Politikkur

Í 12???ta tíma...

...

2016-11-01 17:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg havi seinastu vikurnar, síðani vit á Nýggja listanum komu út við okkara valskrá, verið vitni til, at sitandi borgarstjóri hevur sett gongd i fleiri av teimum uppskotunum, sum Nýggji listin hevur borið fram. Hettar er gott - og vit kunnu forsikra borgaran í Vága kommunu, at vit hava enn nógv og góð hugskot.

Men hettar undrar meg stórliga, at man nú setir gongd í prosjekt í 12???ta tíma av setuni hjá býráðnum. Og eg ivist onga løtu í, at tað eru fleiri borgarar, sum standa spyrjandi?!
Hví hevur borgarstjórin ???goymt??? hesar krónurnar?
Um so er, at hettar er fyri at fáa um endan á egnum lovaðum vallyftum, sá eg heldur at man ger tað liðugt, sum man er byrjaður uppá.

Í mínum grannalagið liggja hesi ting og bíða:
- Parkeringsplássið liggur sum ein ruin
- Húsanesvegur bleiv ikki liðugt gjørdur
- Miðbrekka við síðuvegum
- Gongubreyt tilhoyrandi Miðbrekku

Eg ivist ikki í at tað liggja fleiri óliðugtgjørd arbeiði og bíða runt um í kommununi, men sum sagt, hetta er bert í mínum grannalagið.

Tað var gamalt, at um man hevði eina arbeiðis yvirlevering til ein starvsfelaga, at man vildi roynt at ruddað og havt eitt reiðiligt og strukturerað arbeiðsøki, tá ið ein annar skal taka yvir, og arbeiða víðari.

Men so eru vit so ymisk.

Eyðdis Hartmann Niclasen, Valevni á Nýggja Lista,
Lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder