Vinna

Hýrurnar ein fjórðing hægri

...

2015-09-08 18:35 Author image
placeholder

 Hagstova Føroya skrivar:

Í august vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 649 mió. kr., 13 mió. minni enn í juli. Afturgongdin er 2%. Seinasta árið hava lønirnar sveiggja um 650 til 660 milliónir um mánaðin. Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 2014, men síðan ársskiftið hevur ferðin á trendinum verið væl lægri, og hevur trendurin at kalla staðið í stað seinasta hálva árið.


6,4% meira útgoldið í lønum higartil í ár
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru útgoldnar 5.156 milliónir kr. í lønum, tað eru 308 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 6,4%.

Stóri vøksturin í ár er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni er ein milliard útgoldin í lønum í ár, og tað eru 133 mió. fleiri enn í fjør. Vøksturin er 15,2%. Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd, higartil í ár eru 8,8% meira útgoldið. Tænastuvinnurnar hava meira hóvliga framgongd, vøksturin har er 3,5 til 3,8%.



Hýrurnar ein fjórðing hægri
Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at tað er sera stór framgongd í hýrunum. Higartil í ár eru hýrurnar 564 milliónir, tað er ein framgongd uppá 114 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á heili 25,4%. Í Ali- og kryvjivirkjum eru lønirnar 178 milliónir, sum er nakað hægri enn í fjør, meðan at kalla ongin broyting er í fiskavøruídnaðinum.

Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár.

Vøksturin fer mest til mannfólkini
Av samlaðu lønunum fara 60% til mennirnar, meðan kvinnurnar fáa 40%. Í løtuni er størsti vøksturin í lønargjaldingum í teimum yrkjum, har flest mannfólk arbeiða, og tí fer størsti parturin av vøkstrinum til menninar. Higartil í ár eru útgoldnar 308 milliónir meira enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, 236 milliónir, meðan kvinnurnar eiga ein fjórðing, 72 milliónir.
 


Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder