Ein av døgunum í vikuni frættist, haldi, tað var eftir aðalfundin hjá Bank Nordik, at kravið um at smoyggja NemId skipanina niður yvir føroyska bankakundan var broytt, soleiðis at tað ikki er eitt krav, men at veljast kundi ímillum at gerast NemId brúkari ella ikki. Janus Petersen, formaðurin í Felagnum Peningastovanr vardi tó NemId skipanina av øllum alvi og royndi at bera í bøtuflaka fyri, at peningastovnarnir í sambandi við heimabankaskipanina vóru komnir við einari hóttandi kunning, um at freistin at tekna seg til NemId var 10. mai 2015, ímeðan var tó gjørligt at velja ???nei??? ??? og eg endurgevi: ??? Tá tú hevur ritað inn, verður tú biðin um at geva samtykki.
Velur tú nei, og samtykkir ikki beint nú, kanst tú venda aftur til tað undir 'avtalur' í Netbankanum.
Minst tó til, at endaligt samtykki skal gevast innan 10. mai 2015???
Hvussu var tað nú alt byrjaði ?
Tað er valár, men fyri tað ber illa til at renna undan veruleikanum og gera eina roynd fyri og aðra eftir at káva útyvir og skjóta seg inn undir alt møguligt, sum skal geva veljaranum varhugan av nøkrum øðrum.
Tað var ABC samgongan, sum setti gongd á hetta, tað var Fólkaflokkurin og landsstýrismaðurin hjá teimum, sum í 2004 saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinun broytti lógina, sum gav bankunum loyvi at senda allar okkara pengakontur, netbanka og allar skipanir av landinum. Tað er veruleikin.
Fólkaflokkurn felt uppskot ferð eftir ferð
Fólkaflokkurin hevur síðan fimm ferðir atkvøtt ímóti uppskotunum frá Tjóðveldi at seta bankunum nøkur krøv og at fáa hesar skipanir at virka í Føroyum. Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen hevur als onki gjørt við málið, uttan at arbeiða hart ímóti tí langa stríðnum hjá Høgna Hoydal og øðrum fyri at fáa føroyskar loysnir. Og so seint sum fyri fáum mánaðum síðani atkvøddi Janus Rein ímóti einum uppskoti um at gera nakað við hetta.
Men nú roynir Janus Rein at geva Fólkaflokkinum og sær sjálvum ein leiklut í, at fólk í Føroyum eru vaknað og hava tikið seg saman at seta trýst á bankarnar. Tað er einki, sum er meira burtur úr vón og viti, enn júst tað.
Tað er markleyst hyklarí, tað er søgufalsan av verstu skuffu; her er ongin skomm skapt í teimum.
Eina bankaskipan í Føroyum
Tjóðveldi legði uppskot fram í tinginum 19. mars, og tá var so 1. viðgerð, fleiri tinglimir høvdu nógv upp á hjartað, og nú skal eftir øllum at døma ein nevnd setast at kanna, hvør kostnaðurin er at flyta alt virksemi heimaftur.
Eg haldi ikki, tað er neyðugt at gera málið fløktari enn tað er. Uppskotið, sum Høgni Hoydal legði fram, eigur at vera samtykt í tinginum, og so skal rindast fyri at førleikamenna skipanina í Føroyum, tað er ein íløga, sum kemur okkum øllum til góðar.
Áki Andreasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald