2016-12-30 15:43

Kommunan bílegði í heyst ein hydrofor til býlingin Norðuri í Heiðum í Miðvági, tí vatntrýstið í teimum ovastu húsunum er ov lágt.
Hesin hydroforur er nú komin.
Tá arbeiðsmenninir eru lidnir við at leggja vatnleiðingina til nýggju útstykkingina í Vatnsoyrum, verður farið í holt við at seta hydroforin til.
Væntandi verður hann tikin í nýtslu í februar 2017.
Í býlinginum Norðuri í Heiðum eru í dag umleið 60 sethús, men nógv hús eru í gerð og arbeitt verður við at útstykkja til fleiri grundstykkir. Væntandi fer talið av sethúsum í býlinginum at nærkast teimum 100 um eini 2-3 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald