Ítróttur

Hvussu skapa vit eitt ítróttarumhvørvi við dygdargóðari talentmenning

....

2016-12-11 10:05 Author image
Jón Gregersen
placeholder

Grein ið stóð í 07 Vestur blaðnum:???Ofta verður tosað um at tað er ótrúligt at nøkur feløg ár eftir ár megna at menna úrvalsítróttarfólk, meðan onnur líknandi feløg ikki megna hetta. Tað er eyðsýnt at arvalig gen og miðvís venjing hava nakað at siga. Men hóast fleiri feløg hava vælútbúnar og motiveraðar venjarar og góðar hentleikar, so er veruleikin tann, at nøkur feløg megna betri enn onnur feløg at gangnýta teirra tilfeingið???

 

Í hesi grein fari eg at greiða frá hvat eyðkennir tey ítróttarumhvørvi, ið hava góð úrslit í at menna ung ítróttarfólk. Eitt ítróttarumhvørvi er alt tað sum er rundan um tann einstaka leikaran: liðið, felagið og skipanir rundan um felagði (t.d. familja, vinir, skúli, arbeiði, og sersamband). Eisini fari eg at greina hvussu felagsskapir, ítróttarfeløg og venjarar kunnu skapa karmar um eitt ítróttarumhvørvi, ið viðvirkar til at menna fleiri ungar leikarar og harvið gagnnýta teir stóru eginleikar, ið ofta eru til staðar.

Í summar fekk eg kandidatprógv í ítróttarsálarfrøði á viðurkenda Thessaly universitetinum í Grikkalandi. Meðan eg var lesandi, var eg so heppin at sleppa í starvsvenjing hjá Team Danmark. Har var eg við til tað arbeiði, ið varð gjørt fyri at fyrireika donsk ítróttarfólk til OL, í Rio í summar, á best møguligan hátt. Í Team Danmark fekk eg møguleikan at samstarva við og læra av fýra av teimum dugnaligastu danskarunum í ítróttarsálarfrøði. Nú havi eg eitt parttíðarstarv hjá fótbóltsfelagnum AGF í Aarhus, har eg arbeiði við at menna ungar leikarar  og at fyrireika teir til eitt møguligt skifti til Superligafótbólt. Tískil meti eg meg hava praktiska og ástøðiliga vitan til at skriva hesa grein.

Tað er ein sannroynd, at størri og størri dentur verður lagdur á tann sálarliga partin av ítrótti í norðurlondum. Hetta havi eg eisini upplivað í Føroyum. Fleiri og fleiri feløg og einstaklingar vísa áhuga í at fáa eitt ítróttarsálarfrøðiligt íkast, fyri at mennast og harvið økja um møguleikan at avrika á høgum støði. Tískil vóni eg at henda grein kann viðvirka til at skapa íblástur til at skapa ítróttarumhvørvi við dygdargóðari talentmenning.

Hvat er talent?

Oftað verður tosað um at ein leikari er eitt satt ???talent??? ella hevur ???talent???. Men hvat merkir orðið talent? Og er tað yvirhøvur møguligt at staðfesta at viðkomandi er ella hevur talent?

Ein leikari í t.d. fótbólti kann vera sera dugnaligur sum ungur, og tá verður oftað sagt at viðkomandi heilt vist fer at ???sláa ígjøgnum??? til vaksnamannafótbólt. Hetta er tó ikki altíð so. Samstundis finnast leikarar, ið fá ella eingin roknar við fara at koma langt á teirra yrkisleið, men sum allíkavæl mennast so nógv, at teir seinni gerast eitt stolt dømi hjá tí felagnum, ið hevur uppalt teir.

Ein orsøk til at nakrir leikarar standa seg væl á ungum árum, eru teir eginleikar, ið teir arva frá teirra foreldrum. Eitt nú hava kroppsbygnaður, hædd og styrki nógv at siga á ungum árum. Hesin munur verður tó útjavnaður við tíðini. Sostatt er tann munurin, sum fyrr var avgerandi (t.d. hædd ella styrki) burtur, tá ið leikararnir eru blivnir eldri.

Sálarligir eginleikar kunnu vera ein onnur orsøk til at ávísir leikarar avrika á hægri støði sum ungir. Sjálvsálit og ágrýtni at vinna hava millum annað nógv at siga fyri teirra avrik. Hesir eginleikar kunnu tó mennast. Tískil er tað torført at spáa um hvørjir leikarar við tíðini fara at mennast mest.

Talentmenning har dentur verður lagdur á at menna tann einstaka leikaran

Tó, at tað er torført at spáa um framtíðina, tá ið tosað verður um leikaramenning, so verður dentur ofta lagdur á at brúka tíð og orku uppá at menna leikarar, ið síggja út til at hava eitt sokallað ???talent???. Í eini slíkari tilgongd snýr tað seg um at hesir leikarar fáa so nógvar tímar sum møguligt av miðvísari og dygdargóðari venjing, har ið dentur verður lagdur á at teir ogna sær serkunnleika í eini ávísari ítrótt ella á einum ávísum plássi á vøllinum á sera ungum árum.

Fyrimunurin við at velja eina tílíka tilgongd er, at tann einstaki venjarin hevur møguleika at brúka meira tíð og orku uppá tann útvalda bólkin heldur enn heildina. Tá ið ein tíð er gingin sær venjarin at hann hevur valt rætt, av tí at teir útvaldu leikararnir hava ment seg meira enn teir leikarar, ið ikki blivu útvaldir. Men hvør veit um júst hesir leikarar hava ment seg mest av tí at teir hava størst eginleikar at mennast, ella av tí at teir hava fingið fleiri tímar av miðvísari og dygdargóðari venjing samanborið við teir leikarar, ið ikki blivu útvaldir?

Ein tílík tilgongd hevur tó eisini sínar vansar. Fyri tað fyrsta missa vit møguleikan at menna teir leikarar, sum í framtíðini annars høvdu haft møguleika at víst sínar dygdir. Og av tí at Føroyar hava eina avmarkaða nøgd av leikarum at velja ímillum, kann tað gerast ein sera ???dýr??? loysn at satsa uppá nakrar leikarar grundað á hvussu væl teir avrika í dag.

Eitt nú vísur nýggj donsk gransking, at tey ítróttarfólk, ið eru lutfallsliga eldri, tá ið tey byrja at økja mongdina av miðvísari venijng, fáa færri skaðar, hava størri motivasjón, og náa longri á teirra yrkisleið, samanborið við tey ítróttarfólk, ið á lutfallsliga yngri árum byrja at økja um mongdina av miðvísari venjing í eini ávísari ítrótt.

Ein annar vansi er tann, at teir leikarar, ið vera útvaldir, til tíðir uppliva at bæði foreldur og venjarar hava sera stórar vónir um at hesir leikarar fara at ???sláa ígjøgnum???. Stórar vónir frá foreldrum og venjarum eru ofta við til at økja trýstið hjá tí einstaka leikaranum. Tískil eru hesir leikarar í vanda fyri at uppliva ein ótta fyri ikki at liva upp til hesar vónir hjá øðrum. Hetta kann føra við sær minni gleði við at í﷽﷽﷽﷽﷽﷽﷽﷽eði við at trgarlegu) og skin.íðka, eins og tað kann hava negativa ávirkan á avrik.

Samanumtikið kann sigast at tað er sera torført at spáa um framtíðina, tá ið tosað verður um talentmenning. Av hesi orsøk er gransking í ítróttarsálarfrøði byrjað at flyta fokus frá hvørjar dygdir eyðkenna teir leikarar, ið ofta koma langt í eini ávísari ítrótt, til at kanna hvørji sereyðkenni gera seg galdandi í einum ítróttarumhvørvi, ið lutfallsliga ofta eydnast at menna úrvalsítróttarfólk.

Talentmenning har dentur verður lagdur á ítróttarumhvørvi

Kristoffer Henriksen, ið bæði starvast hjá Team Danmark og granskar í ítróttarsálarfrøði, hevur gjørt eina kanning við tí fyri eyga, at finna tey sereyðkenni, ið eru galdandi fyri ítróttarumhvørvi, ið ár eftir ár megna at menna úrvalsítróttarfólk. Eitt nú vitjaði hann eitt norskt kajakfelag, har 16 av 40 kajakrógvarum hava umboðað tað norska landsliðið í kajak! Í slíkum feløgum, sum megna at menna ein sera stóran part av úrvalsítróttarfólki, eru nøkur sereyðkenni ið stinga fram. Tað er við støði í hesi kanning at eg fari at greina hvørji eyðkennir gera seg galdandi fyri dygdargóð ítróttarumhvørvi.

Eitt ítróttarumhvørvi umfevnir heildina, ið leikarin er partur av: liðið, felagið og skipanir rundan um felagði (t.d. familja, vinir, arbeiði, skúli og sersamband). Tað hevur sera stóran týdning at teir ymisku partarnir í hesi heild megna at arbeiða saman, soleiðis at tann einstaki leikarin fær eina kenslu av, at tey sum eru rundan um hann hava somu áhugamál. Um t.d. foreldrini siga eitt (???tað er týdningarmikið at vinna???) og venjarin eitt annað (???tað er ikki so týdningarmikið at vinna, men tað er meira týdningarmikið at mennast???), so kann leikarin fáa eina kenslu av ráðaloysi. Leikarin kann eisini gerast ráðaleysur, um felagið ynskir eitt (t.d. venjingarlegu) og skúlin eitt annað (t.d. onga fráveru). Tískil hevur tað alstóran týdning at hesir partar rundan um leikaran megna at arbeiða saman, um vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við dygdargóðari talentmenning.

Við støði í kanningini hjá Kristoffer Henriksen, havi eg valt at varpa ljós á tey sereyðkenni, ið eg meti hava stóran týdning fyri føroyska talentmenning:

1.      At pláss er fyri øllum og at dentur verður lagdur á trivna og persónliga menning

2.      At býta vitan

3.      At skapa langtíðar menning heldur enn fyribils úrslit

4.      At vera tilvitaður um hvørja mentan felagið byggir menning av leikarum á

At pláss er fyri øllum og at dentur verður lagdur á trivna og persónliga menning

Fyri tað fyrsta vísti kanningin hjá Kristoffer Henriksen, at tá ið skipað verður fyri venjing fyri børnum og ungum, so er tað umráðandi at dentur verður lagdur á at venjingin er fyri øll, óansæð førleikastøði. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at dentur verður lagdur á at venja grundleggjandi førleikar, sum í fótbólti t.d. kunnu vera at renna, hoppa, sparka, skjóta og reka við bóltinum. Tað mótsætta av hesum er at býta leikarar upp í bólkar eftir førleika, og síðan skipa fyri miðvísari venjing við tí í huga at menna ávísar førleikar til ávís pláss á vøllinum.

Eisini vísur tað seg at ítróttarfólk sum koma longst, á ungum árum ofta íðka aðrar ítróttargreinar sum lið í teirra venjing. Umframt at tað er stuttligt at royna aðrar ítróttargreinar, kann ein størri breidd av kroppsligum førleikum vera ein stórur fyrimunur og viðvirka til enn betri avrik.

Harumframt vísti kanningin hjá Kristoffer Henriksen, at teir íðkarar, ið ofta koma langt, hava atgongd til møguligar hentleikar hjá felagnum áðrenn og eftir venjing. Hetta gevur møguleika at nýta ítróttina til spæl og til at venja eyka, um ein hevur áhuga í tí. 

At býta vitan

Eitt annað sereyðkenni í einum ítróttarumhvørvi við dygdargóðari talentmenning, er eginleikin og áhugin at býta vitan millum teir persónar, ið eru partur av umhvørvinum. Til dømis kunnu venjarar í øllum felagnum býta vitan sínámillum, heldur enn bert at býta vitan og royndir við hjálparvenjarar á sama liði. Við at gerast tilvitaður um og vera opin fyri at býta vitan við aðrar venjarar í felagnum (t.d. millum 1.lið og dreingir U18), økist møguleikin at læra av tí vitan og teimum royndum, ið aðrir venjarar hava. Harafturat fáa allir partar eina felags fatan av eini felags mannagongd.

Eisini vísur áðurnevnda kanning, at tá ið ungir leikarar hava møguleika at venja saman við sínum fyrimyndum, so førir tað til størri menning. Sokallað meistaralæra. Hetta hevur við sær at tann ungi leikarin hevur møguleika at læra tekniskar førleikar frá tí eldra leikaranum. Eisini gevur tað møguleika at síggja og uppliva hvønn hugburð tann eldri leikarin hevur fyri støðugt at mennast og tískil avrika á einum høgum støði. Tankin um at fara í meistaralæru hjá einum ella fleiri av sínum fyrimyndum er grundaður á at tann eldri leikarin hevur verið ígjøgnum tað menning, sum tann ungi leikarin ynskir. Tískil snýr tað seg um at gagnnýta ta vitan og tær royndir, sum tann eldri leikarin hevur, fyri at økja um møguleikan at mennast mest møguligt.

At skapa langtíðar menning heldur enn fyribils úrslit

Tað er eyðsýnt at ítróttur snýr seg um at vinna. Men um vit ynskja at menna ítróttarfólk, so hevur tað avgerandi týdning, at størri dentur verður lagdur á menning heldur enn úrslit á ungum árum. Hetta er ofta ein tilgongd, ið ítróttarfeløg siga seg hava. Men tað er ikki altíð at tað er samanhangur millum tað ið vit siga at vit ynskja at gera, og tað ið vit gera.

Hetta er ikki bert ein tvístøða fyri tað einstaka felagið. Allir venjarar noyðast eisini at vera tilvitaðir um, og at taka støðu til: Hvat er mítt mál sum venjari? Ynski eg at mítt lið (t.d. dreingir U14) skal vinna flest møguligar dystir, ella ynski eg at menna flest leikarar, fyri at geva teimum møguleika at íðka úrvalsítrótt, tá ið teir vera vaksnir? Í praksis merkir hetta at venjarar mugu taka støðu til um málið er at vinna fyri ein og hvønn prís, ella um málið er menning.

Tað er sjálvandi týdningarmikið at hava í huga at ungir leikarar læra at kappast og at stríðast fyri at vinna. Tó má úrslitið ikki avgera um teir hava spælt ein góðan dyst ella ei.

Um vit ynskja eitt ítróttarumhvørvi, ið viðvirkar til at menna úrvalsítróttarfólk, hevur tað avgerandi týdning at størri dentur verður lagdur á langtíðar menning heldur enn fyribils úrslit.

At vera tilvitaður um hvørja mentan felagið byggir menning av leikarum á

Tað seinasta evnið í kanningini hjá Kristoffer Henriksen snýr seg um hvørja mentan ein byggir sína leikaramenning á. Fyri at skapa treytir har vit í felag samstarva um at menna tað leikarartilfeingið, ið er til staðar, krevst at vit byggja okkara tilgongd til talentmenning á eina felags mentan.

Tá ið tað snýr seg um at skapa eina mentan har øll arbeiða við tí fyri eyga at menna tann unga leikaran, eru tað serliga trý stig, ið eru týdningarmikil:

1.      Tilvitan um hvørja mentan vit ynskja, har vit eisini tryggja at allir partar góðtaka at stríðast fyri at menna júst hesa mentan

2.      Týðiligt samskifti har vit greiða frá hvat okkara mentan skal snúgva seg um

3.      Tryggja at okkara atburður er í tráð við okkara mentan

 

Tað finnast ymiskar avbjóðingar í at broyta eina mentan, ið er sum hon ???altíð hevur verið???.

Í eini roynd at byggja eina ávísa mentan eru tað fleiri feløg, ið velja nøkur virðir sum yvirskrift. Lyklaorð sum dirvi, ábyrgd, samanhald og virðing vera javnan nýtt sum virðir, ið skulu definera eina mentan. Spurningurin er um allir  partar (leiðarar, foreldur, venjarar, leikarar og onnur) vita, hvat hesi orð í veruleikanum merkja, og hvussu vit skulu bera okkum at, um vit ynskja at okkara arburður skal vera í tráð við okkara virðir? Mítt svar er nei. Og tískil endar tað ofta við at hesi virðir bert eru orð.

Eisini er ein vanlig avbjóðing at tað ikki altíð er samanhangur millum tað vit siga at vit gera, og tað vit gera. Og um vit ikki ???halda orð??? og gera tað vit siga at vit vilja gera, so fáa okkara útsagnir minni og minni týdning.

Eitt nú hava fleiri venjarar ein hugburð til hvussu leikarar mennast mest og harvið hava størst møguleika at skapa eina yrkisleið í t.d. fótbólti. Her hoyri eg ofta venjarar nevna at teir sakna at leikarar vísa ágrýtni og venja sjálvir fyri at mennast. Teir sakna at leikarin tekur ábyrgd fyri egnari menning. Hetta kann t.d. snúgva seg um at menna teknik, skjótleika ella úthaldni. Tvs. at venjarar hava ein boðskap um at teir ynskja at eggja leikarum til at venja ella renna eykað. Hóast hesar útsagnir, so hendur ofta tað mótsætta. T.d. nýta fleiri venjarar revsing til at motivera ungar leikarar at stríðast: ???tapararnir gera 20 armboyggingar??? ella ???teir sum tapa skulu renna ein eyka túr???. Hóast at tað ikki er vist at hesar útsagnir eru tilvitaðar, so bera tær ein boðskap, ið sigur leikarunum at eykavenjing er fyri taparar. Sostatt er hetta eitt veruleikakent dømi uppá at tað ofta er munur millum tað vit ynskja, tað vit siga, og tað vit gera. Um vit veruliga ynskja at skapa eina mentan, har vit eggja leikarum at venja eyka, og at eykavenjing er fyri vinnarar, so kundi tað verið áhugavert at sagt tað øvuta: ???vinnararnir gera 20 armboygginar, og harvið mennast enn meira, meðan teir sum tapa bert skulu hyggja at???. Royn tað, og sig mær frá hvussu tað gekk. Møguliga skapar hetta mótstøðu at byrja við. Tó kann hetta vera ein roynd at broyta hugburð viðvíkjandi eyka venjing, og sostatt ein liður í at menna eina mentan har eyka venjing er fyri vinnarar. Og er tað ikki í veruleikanum tað ið vit ynskja?

Um vit ynskja at skapa eina mentan, har ungir leikarar hava møguleika at læra av eldri leikarum, so finnast ymiskir møguleikar at gera hetta til veruleika. Tó hevur tað avgerandi týdning at tað er samanhangur millum tað sum vit siga, og tað sum vit gera. Ein møguleiki er at syrgja fyri at leikarar frá dreingir U18 skifivís fáa møguleika at venja við 1. liði, og at leikarar frá 1. liði skiftivís venja við dreingir U18. Á tann hátt kunnu teir yngru leikararnir fáa leiðbeining frá meira royndum leikarum, eins og teir eldru leikararnir fáa avbjóðingar í at læra frá sær, og tískil eisini gerast meira tilvitaðir um egnar førleikar. Slíkur atburður kann sostatt viðvirka til at menna bæði teir yngru og teir eldru leikararnar á liðnum, eins og gáttin frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt ikki gerst eins høg. Harumframt er tílíkur atburður eisini við til at styrkja mentanina í felagnum. Tá ið teir yngru leikararnir gerast eldri, verður tað natúrligt at luttaka í venjingum saman við yngri leikarum.

 

Samanumtikið kunnu vit fáa meira burturúr okkara talentmenning, við at leggja størri dent á at menna tað umhvørvið, ið er rundanum tann einstaka leikaran, heldur enn at stríðast fyri at menna einstakar útvaldar leikarar, sum á ungum árum vísa tekin uppá dygdargóðar eginleikar.

Sostatt ræður tað sum felag um at gerast tilvitað. Tilvitað um ein ynskir at stríðast fyri góðum úrslitum her og nú, ella um ein ynskir langtíðar menning. Og tilvitað um hvørja mentan ein ynskir at byggja sítt grundarlag á, og á tann hátt vera eitt enn sterkari felag á tí føroyska ítróttarkortinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder