Hvussu skal eg búgva?
Bústaðarmøguleikar
Fólkaflokkurin vil skapa karmar fyri einum fjølbroyttari bústaðarmarknaði. Bústaðir eru farnir at byggja íbúðir víða hvar í landinum. Var ein dagin í einari nýggjari íbúð við tveimum kømurum, gongd, baðirúmi og stovu/køki í einum. Var kanska 70- 80 fermetrar. Íbúðin er helst áleið tað, sum fleiri eldri høvdu hugsað sær at flutt í.. Hugsaði at henda íbúð hevði verið vælegnað til fólk við rørslutarni.
Hetta var ein so góð íbúð, og at eg hevði ynskt, at fleiri tílíkar funnust í Føroyum. Hetta er ein mangulvøra. Tað er eitt stórt stig hjá eldri fólki at flyta úr egnum húsum - vit kunnu hugsa okkum eina eldri einkju við rørslutarni, sum býr í egnum húsum í fleiri hæddum, og kanska er bangin fyri at vera einsamøll í stóru húsunum.
Her hevði ein minni íbúð, har alt var í einari hædd, kanska kunnað gjørt, at konan var búgvandi ???heima???, og at hon hevði megnað at havt ein virknan dagligdag.
Eg haldi, at nógv eldri høvdu farið í egna íbúð, um møguleikar vóru fyri tí, áðrenn neyðugt er at fara á røktarheim..
Vit vilja eisini fjøltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru. Hvat kundi verði betri? Um vit høvdu ein fjølbroyttari bústaðarmarknað, hevði tað lætt um hjá nógvum. Um hesin møguleikin var til staðar, hevði bústaðarmynstrið verið broytt, so at fleiri eldri vóru longri í egnari íbúð.
Hesar íbúðir eru eisini hóskandi til lesandi, ungar familjur og pensjónistar. Haldi tað er stórur tørvur á hesum í Føroyum, og tí vil eg fegin arbeiða fyri at tað arbeiðið, sum er farið í gongd, heldur áfram.
Mariann P. Garðalíð
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald