Politikkur

Hvussu nógvur peningur er farin í landskassan frá fiski- og alivinnuni

...

2017-01-03 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, heitir á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um at greiða nærri frá:

1. Hvussu stór samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan hevur verið seinastu 20 árini - greinað á inntøkuslag?

2. Hvussu stór samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan hevur verið seinastu 20 árini - greinað á inntøkuslag?

Fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum. Seinastu árini hevur gingið væl í fiskivinnuni - serliga hjá uppisjóvarvinnuni. Somuleiðis hevur gingið sera væl í alivinnuni seinastu árini. Tó skulu vit bert nøkur ár aftur í tíðina, tá bæði fiskivinnan og alivinnan høvdu tað sera trupult og illa stóð til.

Sveiggini í hesum báðum vinnum hevur sera stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar í føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.

Áhugavert er tí at fáa yvirlit yvir gongdina í hesum báðum vinnum seinastu 20 árini, har vit fáa at síggja, hvussu nógvur peningur frá hesum vinnum er farin í landskassan. Her verður hugsað um: Felagsskatt, vinningsbýtisskatt, tilfeingisgjald, tøkugjald, uppboðssølu o.s.fr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder