Hvussu nógv er ein milliard?
Tað tekur næstan 32 ár at telja uppí eina milliard (um tú telur eitt um sekundið, 24 tímar um samdøgrið og 365 dagar um árið).
Tað eru 86.400 sekund í einum samdøgri, og kortini tekur tað næstan 32 ár at koma ígjøgnum eina milliard sekund.
Ella umgjørt til pengar: Um eg tjeni heilar 86.400 krónur um dagin, so skal eg, við hesi ørandi høgu lønini, arbeiða í næstan 32 ár, áðrenn eg havi tjent eina milliard.
Og hví sigi eg hetta? Jú Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um at avtaka alla ríkisveitingina, sum hvørt ár kemur inn á fíggjarlógina. Hetta er so sára lætt, siga tey, tí ríkisveitingin er bara nøkur fá prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Nú er tað at siga um bruttotjóðarúrtøkuna, at hon er eitt somikið stórt tal, at øll onnur tøl blíva lítil, tá samanborið verður við hana. Til dømis er allur skatturin sum føroyingar rinda til landskassan bara 8,6 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. So út frá tí kundu vit sagt, at tað manglar lítið í, at vit sleppa undan at rinda skatt. ??? Men ger tað tað? Hvussu hevði støðan verið í samfelagnum, um øll góvust at rinda skatt?
Líkamikið hvat annað tal samanborið verður við, so er ríkisveitingin somikið stór, at um hon verður tikin úr renslinum, so fer tað at síggjast aftur. Tey fyrstu sum fara at merkja hetta eru tey veikastu í samfelagnum. Seinast hetta varð roynt var í 2002. Tá minkaði avlopið hjá landskassanum við næstan 700 mió. krónum eftir bara tveimum árum. Nú ætla tey at minka ríkisveitingina dupult so nógv, sum tey gjørdu tá.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald