Politikkur

Hvussu lofta vit avvarðandi at barni við serligum tørvi?

...

2015-08-23 02:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ávísum kommunum í Danmark verður beinanvegin tikið fatt um foreldur við børnum, ið bera brek ella serligan tørv. Foreldur og barn verða loftað beinanvegin og tosa verður um, hvussu farast skal fram hereftir. Arbeiðsbólkur saman við foreldrum setur seg inní hetta einstaka barnið, og finna loysnir saman og snikka tilboð saman til tey. Um t.d. barnið hevur autismu, so vildi eitt fakfólk, sum kennir til tað, kunnað vegleitt hesi foreldur um brekið og givið teimum umsjón og eftiransan og amboð at brúka framyvir.

Hetta er ein av trupulleikum her heima, sum ikki er loystur og okkurt má gerast við. Og tað hevur skund.

Avvarðandi orka ikki meir. Tað er sum at renna seg ímóti einum múri at biðja um hjálp og at fáa vegleiðing. Tey eru niðurkoyrd sálarliga, og hugsa kanska: okkara barn bara kostar. Hetta kann ikki vera rætt.

Ítøkiligar loysnir mugu fáast á borðið, og tað er ein av orsøkum til, at eg stilli upp.

Eg ynski at fáa lýst trupulleikan so til ber at koma víðari.

Tá eitt barn fær staðfest eina diagnosu so má fakkunnleikin fáast at virka, at geva teimum ráð, amboð og vegleiðing, t.d. hvussu man fær ein góðan gerandisdag.

Avvarðandi t.d. foreldur mugu eisini fáa vegleiðing um, hvussu karmarnir um tað fíggjarliga fáast til høldar, og tað eigur ikki at verða teirra stríð. Men longu har eiga tey at verða loftað, so tey fáa góð livikor og vegleiðing um rættindir, og hvussu stuðulsskipanir virka.

Miðflokkurin ynskir at verða ein rødd fyri hesi foreldur, at tey verða hoyrd og bera hesa byrðu saman við teimum, og fáa gjørt nakað við tað.

Um tú heldur hetta saman við okkum, so set x við lista H

Maibritt Frederiksberg, valevni hjá Miðflokkinum.

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder