Kann landstýrismaður í Samferðslumálum áhaldandi áleggja P/f Vágatunlinum at krevja pening inn, tá tað greitt í lógini stendur, at Vágatunnilin skal í landsvegakervið skjótast gjørligt?
Vágatunnilin skal upp í landsvegakervið, nú lánið er útgoldið. Tað er samtykt á Føroya Løgtingi við lógini um Fast Samband um Vestmannasund samanhildin við lóg nr. 14/2002.
Bert tveir mánaðar áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, verður nevnuliga einmælt samtykt at: ???Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum??? (brot úr viðmerkinginum til lógina 14/2002 løgd fram av Fíggjarmálaráðnum). Víðari verður nevnt, at landstýrið ynskir, at lánið skal gjaldast niður skjótt, so tunnilin kemur í landsvegakervið skjótast tilber.
Umframt at tað er umráðandi at halda gjørdar avtalur, er viðkomandi fyri føroyingin, at landstýrismaður heldur lógina sum Løgtingið hevur samtykt.
Helst verður lógarbrot framt við tað at Vágatunnilin enn ikki er í vegakervinum, sum samtykt á Føroya Løgtingi í Lóg nr 14/2002.
Vit hava hoyrt nógv um Donald Trump, ið skal halda lógina og tí ikki kann steðga innflytarum frá ávísum londum, sum hann ætlaði. Ein dómari segði nevniliga, at hann mátti halda lógina. Eigur landstýrismaðurin í Føroyum ikki at halda eina samtykta lóg, sjálvt um hann kundi hugsað sær annað? Hann skal nevniliga útinna tað, ið Løgtingið hevur samtykt.
Er ikki ólógligt at krevja inn geografiskan eykaskatt uttan heimild?
Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald