Uml. 200 fólk møttu í gjárkvøldið á ??strøm fyri at hoyra um alivinnuna. Áhoyrarar fingu eina gjøgnumgongd frá byrjanini í 60-unum til dagin í dag og so eisini visiónirnar fyri næstu 10 árini.
Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum fyrst í nullunum, tá alivinnan lá í sera tungum sjógvi og mátti endurreisast. Tá var nýggj alilóg samtykt og reglur gjørdar. Millum átøkini vóru m.a., at bert ein alari kundi vera á hvørjum firði og bert ein árgangar av laksi kundi verahar, tvs. fjøran skuldi leggjast brakk í nakrar mánaðar millum hvørja útseting. Eisini eydnaðist eftir tógvið stríð, at fáa ES at góðkenna koppsetingina móti ILA. ??ll átøkini góðu úrslit og í dag eru vit fremsta alaraland í heiminum.
Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, vísti á, í 80-unum vóru 67 alarar og 1000 familjur blivu fátækar. Í dag eru 3 alarafyritøkur og minst 2000 føroyskir eigarar forvinna pengar. Neyðugt er, at gera íløgur allatíðina, um vinnan framhaldandi skal vera fremst. Tí mugu politikkarar duga sær hógv, tá gjøld og skattir vera løgd á vinnuna. Avgjaldsøðin má steðgast, segði Jørgen Niclasen m.a.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, gjøgnumgekk søguna og avbjóðingarnar á vegnum. Hann undirstrikaði, at neyðugt er støðugt at gera íløgur, um vit framhaldandi skulu verða fremsta aliland í verðini. Hann vísti á, at Bakkafrost seinastu trý árini hevði gjørt íløgur fyri tað, sum svarar til 12 kr fyri hvørt kg av laksi, tey hava framleitt. Og tað verður eisini neyðugt næstu árini, um vit skulu náa okkara málið, sum er at vaksa 3-8% um árið. Neyðugt verður at ala størri smolt á landi, síðan ala fiskin til uml. 2 kg á firðunum og so út á opið hav at ala fiskin stóran. Tað krevur stórar íløgur og váði virksemi, men tað er eisini vegurin til framhaldandi stóran vøkstur, segði Regin Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald