Politikkur

Hvør talar søk teirra ið íðka ítrótt

...

2015-08-30 02:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv hevur verið tosa um skatt, fiskiloyvi og skrásett parlag.


Hetta havi eg eisini eina greiða meining um. Men vil tó koma við nøkrum reglum um okkara ítrótt og fríðtíð.

Flest øll ítróttarfeløg í landinum koyra sera tungt og hava hvønn dag brúk fyri nógvari frívilligari arbeiðskraft. Krøvini til feløgini í lokalsamfelagnum eru stór. Oftani hava tey ungu nógva at velja í, ella í ringasta førið bara velja einki at fara til.

Tað arbeiði sum ítróttarfeløgini gera, hevur størri og størri týdning í hesum tíðum, har vit nýta meira og meira tíð framan fyri telduskýggjum. Tí átti ítrótturin at fingið væl betur sømdir, enn ítrótturin fær í dag.

Dagliga nýti eg nógva tíð til ítróttin og veit, at tað langt frá er nøkur sjálvfylgja, at fólk bara hjálpa til. Nógv gera tað, men tørvurin er har alla tíðina og frá sera nógvum.

Eg vil - tá eg komið á ting - arbeiða hart fyri, at ítrótturin fær betur sømdir. Soleiðis, at tað stóra arbeiði, sum feløgini longu í dag gera, kanska kann gerast eitt lítið sindur lættari.

Ingi Olsen
valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder