Ítróttur

Hvør skoraði ársins mál 2014?

...

2014-12-09 18:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Nú ber til at atkvøða um Ársins mál 2014. Seks leikarar eru í uppskoti, at hava skorað besta mál í EFFO-deildini farna kappingarár.

Hanus Thorleifson legði fyri í fyrsta umfari, og síðani vórðu 414 mál afturat skoraði í EFFO-deildini í 2014.

Av teimum tilsamans 415 málunum, sum vórðu gjørd í fremstu deildini hjá monnum í ár, vóru 17 sjálvmál, meðan 24 ferðir varð skorað úr ellivu metrum.

Tað vórðu eisini nógv góð mál gjørd í ár, og hvønn mánað hevur verið atkvøtt um besta máli í mánaðinum. Og tað er út frá teimum málunum, ið vit nú skulu finna ársins mál 2014 í EFFO-deildini.

Málini, ið atkvøðast skal um, eru skoraði av hesum leikarum:

Róaldur Jakobsen, B36 (AB-B36 1-2, 22. mars)
Jákup á Borg, B36 (ÍF-B36 2-5, 21. apríl)
Fróði Benjaminsen, HB (KÍ-HB 1-2, 25. mai)
Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur (HB-EB/Streymur 1-2, 9. juni)
Clayton Soares, ÍF (ÍF-Víkingur 2-2, 4. august)
Jóhan Dávur Højgaard, B68 (B68-AB 1-2, 1. oktober)

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum (Leivur Frederiksen, Jákup ??sá og Tróndur Arge) telja hini 50 prosentini.

Trýst HER fyri at vera við í atkvøðugreiðsluni, sum er opin til hósdagin 18. desember 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder