Síðan Tingið fór aftur til arbeiðis eftir nýggjár hevur lítið annað verið gjørt enn, at landsstýrisfólk hava svarað skrivligum og munnligum fyrispurningum. Í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar á skrá.
Seinasta mikudag vóru munnligir fyrispurningar á skrá, her fingu tunlar sína stóru umrøðu. Hóast ávaringar um nógvu ferðina á almenna íløguvirkseminum, so bendið orðaskiftið á henda dagin, at hesin boðskapur ikki varð tikin til eftirtektar.
Tunnil til Hvalbiar, Fámjins, millum Gøtu og Skálafjørðin og vegir inn á Skálabotn. Løgið nokk varð tunnil Norður um Fjall ikki nevndur.
Tað, sum undrar undirritaða, og sum fekk meg at seta hesar reglur saman, er, at eingin hevur spurt um, hvat verður við gjaldinum hjá Vágatunlinum. Tunnilin er í høvuðsheitinum útgoldin, og hevur eina skuld uppá nakrar hundrað túsund krónur, ið er meira av lánitekniskum slag.
Tøki peningurin í tunnilsfelagnum er í løtuni einar 15 mió.kr. ??t frá hesum skal støða takast til, um vit skulu rinda allan útveganarkostnaðin aftur, sum onkur vil verða við, ella tað verður frítt at koyra. Eitt av tí seinasta, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum/ tunnilsmálum kunnaði almenningin um, fáar vikur undan valinum í 2015, var, at tað fór at verða frítt at koyra í 2016 ??? 10. desember, tá tunnilin fyllir 15 ár varð nevnt.
Landsstýrið kann yvirfyri nevndini í felagnum ikki renna undan hesum spurningi. Nevndin eigur at hava greiðar politiskar ætlanir at fyrihalda seg til.
Skal útveganarkostnaðurin rindast aftur? Ella verður tað frítt at koyra, ið hevur verið tann almenna fatanin?
Hetta átti at verið ein viðkomandi og aktuellur spurningur fyri onkran á Tingi ella í Landsstýrinum, sum fingu dyggan stuðul frá Vágafólki til seinasta val - vitandi um, at bæði í Løgtinginum og í Landsstýrinum eru fólk, sum halda, at gjaldið er komið fyri at verða, og at útvegarnarkostnaðurin, sum tann einasti av øllum 22 tunlunum, skal gjaldast aftur.
Hesin spurningur er líka aktuellur fyri Norðoyatunnilin, um ikki so langa tíð.
Eivin H. Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald