Ítróttur

Hvør hevur verið best hesi 25 árini?

...

2015-09-12 15:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

í dag er tað 25 ár síðani, at Føroyar spældi sín fyrsta landsdystin; 12. september 1990 í Landskrona - Ja, restina av søguni kenna vit øll!

Hesi 25 ári hevur landsliðið givið okkum eitt ótal av góðum løtum, bæði á Tórsvølli, Landskrona, Svangarskarði og á nógvum ymsu leikvøllun kring heimin.

Sjálvandi standa nakrar løtur klárari í huganum enn aðrar, eitt nú tá Hans Fróði Hansen skallaði bóltin í kassan til 1-1 ímóti Skotlandi. Ella tá ??ssur Hansen við einum framúr skotið javnaði til 2-2 í evstu løtu ímóti Slovenia.

Aðrar ferðir hevur tað verið "stong" út hjá okkum, sum tá Hjalgrím Eltør einsamallur ímóti Oliver Kahn rakti stongina. Eisini vóru vit einans ein bøk á Svangarskarði frá, at John Petersen skoraði hattrick ímóti skotum.

Kring vøllin hava løturnar eisini vera góðar, har føroyski áskoðarirnir hava verið við til at skapa ein fantastiskan stemning kring landsdysturnar. Seinast við Skansanum á Tórsvølli.

Í samband við, at okkara "25 ára dag", so fara vit í Skansanum at velja Besta leikaran á føroyska landsliðnum hesi 25 árini frá 1990 til 2015.

Les meira og atkvøð her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder