Politikkur

Hvør er tann miskunnsami samáriubúgvin

...

2015-08-25 18:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ja, hvat ímyndar hugtakið samáriubúgvin í dag? Er tað ein samfelagsskylda, ella er tað bara næstakærleiki?

Í einum vanligum gerandisdegi, har alt gongur eftir ánni, eru aðrir trupulleikar at takast við. Er nøkur mjólk inni? Hvat við breyðið? Ella hevur tú gjørt skúlating? Áh, eg náddi ikki bankan í dag. Men eru hetta trupulleikar? Nei, ha!

So við eitt, kann tað kennast, sum verðin brestur í fleiri lutir. Vit hava nú álvarsliga brúk fyri hjálp. Vit hava brúk fyri, at tað almenna tekur um endan hjá okkum. Og tá hendir tað tíverri ofta, at nógv av okkum kenna, at vit eru slept uppá fjall. Vit skulu finna útav øllum sjálvi, hóast vit als ikki hava orku til tað.

Ja, men hvørji eru so hesi fólkini? Jú, tey eru tú og eg, tey eru ein vanligur partur av okkara samfelag, tey eru tey, har næstakærleikin ikki manglar hjá. Tíverri eru tað eisini ofta tey, sum mangla stuðul frá okkara samfelagið

Vit eiga at seta okkum spurningin ??? hevur okkara samfelag rúm fyri menniskjum við ymiskum tarni? Svarið skal og eigur at vera ja. Viðurskiftini eru í bata, tá hugsað verður um vardar bústaðir, og tað er at fegnast um. Tó sakni eg gjøgnumskygni í sjálvum almannaverkinum. Eg haldi, at sjálv skipanin kundi verið nógv einfaldari. Brúkarin dettur ímillum, og tað er ikki nøktandi

Tað er ikki brúkarin, sum skal finna útav, hvønn hann skal venda sær til. Tað er heldur ikki brúkarin, sum skal gerast serfrøðingur á økinum og finna útav, hvørji rættindi hann hevur. Tænastan mótvegis borgarum og familjum teirra, sum hava hjálp fyri neyðini, skal og eigur at raðfestast hægri.

Hvør er tann miskunnsami samáriubúgvin? Ja, men tað eru tú og eg og so sjálvandi okkara almannaverk. Vit mugu øll gera okkara, soleiðis at okkara samfelag blómar í alskyns litum.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

???Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder