Politikkur

Hvør er órímiligur

...

2021-06-13 11:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 msfrøðingar fara nú í verkfall, og longu síggjast viðmerkingar um, hvussu ómiligir námsfrøðingar eru ??? men tað einasta ómiliga í hesum er, hvussu ómiliga røsk tey eru.

 

Tey skulu renna ómiliga skjótt, eru einsamøll um ómiliga nógv børn og fáa eina ómiliga løn afturfyri, ið ikki reflekterar teirra ábyrgd ella førleikar.

 

Ein góð, lærurík og mennandi tíð á dagstovni hevur ómetaliga stóran týdning fyri børnini. Hetta eru starvsfólkini røsk at syrgja fyri, men starvsfólkini, námsfrøðingarnir og hjálparfólkini skulu eisini hava eitt gott arbeiðslív við nokk av starvsfelagum. Tí skilja vit fult væl, at menniskjaliga haldførið er málið hesaferð.

 

Vit mangla námsfrøðingar ??? fleiri enn 300, um vit skulu fylgja dagstovnalógina! ??? og komandi árini fer tørvurin bara at vaksa, um vit ikki gera okkurt munagott fyri at betra sum støðuna. Námsfrøðingar skulu hava betri løn og fleiri starvsfelagar ??? Eisini fyri at halda upp á núverandi starvsfólk.

 

Vanligt er at siga, at børn eru okkara framtíð, men kanska gloyma vit, at børnini eru okkara nútíð eisini. Ein av kjarnuuppgávunum í okkara vælferðarsamfelag er at tryggja góð barnaár. Vit eiga tí at skapa góðar umstøður til tey, ið varða av teimum, og vit átala, at tað er neyðugt við stríðsstigum fyri at fáa hesar umstøður í rætt lag.

 

Vit skulu seta nógv meir av til námsfrøðiliga arbeiðið:

 

??? Vit skulu lyfta lønarbólkarnar á dagstovnaøkinum, tí í dag eru tey ikki lønt eftir førleikum og ábyrgd! Hetta er eisini ein liður í at lokka fleiri til. Eisini áttu námsfrøðingar at havt fyrireikingartíð, sum aðrir starvsbólkar hava, so til ber at tilrættarleggja og økja um dygdina.

 

??? Námsvísindadeildin skal taka fleiri lesandi inn um árið. Uppskot frá Tjóðveldi um hetta er felt tvær ferð hetta valskeiðið. Áhugin er har, tí í 2020 søktu 80 inn til námsfrøðiútbúgvingina, men bert 35 fáa pláss.

 

??? Normeringin má hækka. Eitt boð er, at Løgtingið samtykkir minimumsnormeringar, sum tryggja børnum á dagstovnum eina ávísa nøgd av tímum. Hetta kann gerast við støði í teirri minimumsnormering, Føroya Pedagogfelag hevur mælt til.

 

Vit mugu gjalda tað, tað kostar ??? soleiðis kunnu vit skapa størri trivnað, menning og menniskjaligt haldføri.

 

Elsa Berg, býráðslimur

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna,

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder