Politikkur

Hvør ber hvør annars byrðar

...

2018-05-15 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað tykist, sum kemur tað óvart á Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, at tá ið hann leggur stein oman á byrðu hjá fiskiflotanum, so ávirkar tað manningarnar.

Gamalt var, at ungur nemur, gamal fremur - men kanska skuldu vit ungu mint Høgna Hoydal á, at tá ið farið verður frá eini skipan, har flotin fær síni søguligu rættindi og betalir eitt avgjald og farið verður til eina aðra skipan, har reiðaríini skulu til eina uppboðsølu at royna við lív og deyð at skaffa sínum mannigum arbeiði við at vera hægstbjóðandi, so fer hetta sjálvandi at ávirka flotan og harvið hýruna hjá manningini.

Mann kann ikki leggja stein oman á byrði og vænta, at tað verður lættari at bera!

Fyri Huxa,

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder