Kyndilskvinnurnar høvdu í dag vitjan av vestmannakvinnum, dysturin var leiktur í Høllini á Hálsi.
VÍF vann dystin 25-24 eftir at tær høvdu verið afturút 14-9 í hálvleikinum.
Liðini fylgdust væl meginparttin av fyrra hálvleiki, men tá ið 5 minuttir vóru eftir, tá fekk Kyndil 3 mál, ímeðan VÍF einki fekk, hálvleiksstøðan gjørdist 14-9 til Kyndil.
Tað var skiftandi spæl fyrst í 2. hálvleiki, men tá ið seinni hálvleikur var uml. hálvrunnin, tá spentu vestmannakvinnur seg út, soleiðis at støðan stóð 21-19 til Kyndil, tá í 10 minuttir vóru eftir at leika, teir seinastu 10 minuttirnar fekk Kyndil 3 mál og VÍF 6, sostatt vann VÍF dystin 25-24. - VÍF er nú við aftur í kappingini um at koma í finaluna í Hvonndeildini, VÍF hevur 17 stig fyri 13 dystir og liggur á 3. plássi, á 2. plássi liggur Kyndil við 20 stigum fyri 14 dystir. Sí stigatalvuna niðast í greinini.
Kyndil: Maja Dragolobovic, Vár Thomsen, Súsanna Petersen 1, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta Johansen 1, Annar Brimnes 5, Gudrun R. Olsen 1, Turið A. Samuelsen 11, Irena Dam 3, Randi S. Wardum 2, Hanna Hansen og Jórun Ludvik.
VÍF: Anna Ring, Viviann Petersen, Lív Ingdórsdóttir, Agnas Olsen 3, Brynja Rógvadóttir 13, Annika Poulsen, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Marianna H. Jacobsen 1, Anja Lock, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 6, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen 2 og Jórunn Gudmundsen.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 5-3
15. min. 8-5
20. min. 10-8
25. min. 11-8
30. min. 14-9
35. min. 15-10
40. min. 16-13
45. min. 19-16
50. min. 21-19
55. min. 22-21
60. min. 24-25
Dómarar: Thomas J. Thomsen og Gert Hansen.
Áskoðarar: 250
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald