Í høllini á Skála tók StÍF í dag ímóti VÍF í Hvonndeildini. Tað var VÍF, sum byrjaði betri, VÍF kom á odda 0-4 og førdi í hálvleikinum 7-15, mett var tá, at dysturin var avgjørdur.
Í seinna hálvleiki stríddust StÍF-kvinnurnar betri, tær komu næstan uppá javnleik, men tað glapp í seinastu minuttunum - StÍF vann seinna hálvleik 14-11 - Samanlagda úrslitið gjørdist 21-26 til VÍF, sum eisini førdi í hálvleikinum 7-15.
StÍF: Micala O. Hather, E.I. Kass, Fríðrún Nielsen 6, Rebekka Justinussen 7, Bára Berthelsen, Guðrum Gærdum 2, Guðrum Poula 2, Birna Tummasardóttir 2, Paula Høgnesen 2.
VÍF: Kristina Griksaite, Elin M. Stórá, Randi Virgarsdóttir 3, Agnas Olsen 5, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 9, Marianna H. Jacobsen 3, Rakul Joensen 1, Daniella Joensen 1, Ronja Johannesen, Kathe D. Frederiksen, Lív Ingdórsdóttir, Eilin Hansen 4 og Beinta Sveinbjørnsdóttir.
Støður:
5. min. 0-4
10. min. 3-6
15. min. 3-9
20. min. 5-10
25. min. 6-13
30 min. 7-15
35. min. 10-16
40. min. 13-18
45. min. 14-18
50. min. 17-19
55. min. 19-22
60. min. 21-26
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.
Áskoðarar: 100
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald