Ítróttur

Hvonndeildin: VÍF og Stjørnan leiktu javnleik 28-28

...

2016-01-07 02:00 Author image
placeholder

 Í Hvonndeildeildini hevði VÍF í kvøld vitjan av Stjørnini úr Klaksvík. ??rslitið gjørdist javnleikur 28-28 eftir at støðan í hálvleikinum var 16-13 til VÍF. Møguleikin hjá VÍF-kvinnunum at koma í finaluna í Hvonndeildini, minkaði við javnleikinim móti Stjørnuni í kvøld.

VÍF byrjaði betri, men tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin var javnleikur 7-7, VÍF fekk síðan eina føring uppá 3 mál, sum tær hildu til hálvleikin - støðan í hálvleikinum var 16-13.

VÍF legði eisini hart út í seinna hálvleiki, tær førdu við 6 málum tá ið 35 minuttir vóru leiktir - støðan 20-14, men klaksvíkskvinnurnar vildu ikki leggja rygg til stórtap, næstu 10 minuttirnar átti Stjørnan, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin førdi Stjørnan 21-22, tær komu uppá 23-25 í 50. minutti. Dysturin kundi farið báðar vegir, men liðini samdust um javnleik 28-28.

VÍF: Anna Ring, Vivian Petersen, Agnas Olsen 8, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Beinta Sveinbjarnardóttir 3, Marianna H. Jacobsen 6, Anja Uarok 1, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 2, Ronja Johannesen 4, Kathe Frederiksen 1, Jórunn Gudmundsen og Lív Indórsdóttir.

Stjørnan: Ungureanu Raluk, Jetta Svøðstein , Jansy Jacobsen 2, Ella Petersen 1, Simona Florea 8, Edith Hansen, Jórun B. Nielsen 2, Sofía Matras, Tóra Eliasen 4, Hervør Olsen, Una Váðklett, Kristina Poulsen 2, Judith Hansen 2, Paula Joensen, Marta Beliic 7.

Besti leikari á vøllinum var málmaðurin hjá Stjørnuni, sum stóð sera væl.

Støður:

5. min. 2-3

10. min. 5-3

15. min. 7-7

20. min. 11-8

25. min. 15-11

30. min. 16-13

35. min. 20-14

40. min. 21-18

45. min. 21-22

50. min. 23-25

55. min. 27-26

60. min. 28-28

Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

Áskoðarar: 200

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin122932227121
2Kyndil133052406520
3VÍF123152892615
4Stjørnan13271341-709
5StÍF13258310-526
6VB11230270-403

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder