Í Hvonndeildini tók StÍF í kvøld ímóti VB. StÍF vann ein tryggan sigur, eftir at fyrri hálvleikur var meira javnur - StÍF vann 29-21 eftir hálvleiksstøðuna 12-10. Fyri StÍF fingu Fríðrún Danielsen 10 mál og Paula B. Høgnesen 8 mál, hjá VB gjørdist Una Nolsøe toppskjútti við 6 málum og Danijela Mistric fekk 5 mál.
Tað var annars VB, sum byrjaði betri, tær førdu allar teir fyrstu 19 minuttirnar, men tá bleiv javnleikur og StÍF tók so leiðsluna.
VB hevði tveir niðurtúrar í dystinum - teir seinastu 6 minuttirnar av fyrra hálvleiki fingu tær einki mál, og frá 50. til 55. minutt fingu tær heldur einki mál.
Eftir dystin í kvøld fór StÍF av niðasta plássi uppá næstniðasta pláss og VB fór av næstniðasta niður á niðasta pláss - Sí støðuna niðast í greinini.
StÍF: Lív Arge, Michala C. Mather, E. Ingibjørg S. Kass, Fríðrún Danielsen 10, Rebekka Justinussen 3, Erla Petersen 3, Guðrun Gærdum 1, Guðrið Poulsen 1, Birna Tummasardóttir 3, Rebekka Poulsen og Paula B. Høgnesen 8.
VB: Sanja Jevtic, Beinta Sigurdsdóttir, Una Nolsøe 6, Bjarta Hergeirsdóttir, Svava Vestergaard, Birita Joensen, Gurið Mortensen 2, Danjela Mistric 5, Helga Kjørbo 2, Christina Holm 2 og Rúna Jacobsen 4.
Støður:
5. min. 2-3
10. min. 4-7
15. min. 6-8
20. min. 8-8
25. min. 10-10
30. min. 12-10
35. min. 14-12
40. min. 17-13
45. min. 20-15
50. min. 23-18
55. min. 27-18
60. min. 29-21
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen
Áskoðarar: 30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald