Ítróttur

Hvonndeildin: Neistin vann stórsigur á VÍF

...

2015-12-17 03:01 Author image
placeholder

 Í Hvonndeildini tók mátti VÍF í kvøld legga rygg til stórtap, tá tær høvdu Neistan á vitjan í Vestmanna. Dysturin var avgerandi fyri bæði liðini, um hvørt teirra kemur at kappast um finalupláss í Hvonndeildini.

Neistin vann stórsigur 37-26, eftir at tær førdu 18-14 í hálvleikinum

Neistin legði seg skjótt á odda, tá ið 10 minuttir vóru leiktir førdi Neistin 8-3, tær hildu munin allan fyrra hálvleik og í seinna hálvleiki runnu neistakvinnurnar meira frá vestmannakvinnunum.

VÍF: Vivian Petersen, Eilin M. Stórá, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir 5, Annika Poulsen, Beinta Sveinbjarnadóttir 2, Marianna H. Jacobsen 10, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 1, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen 2 og Kristina Griksaite.

Neistin: Fríða Petersen, Barbara Nolsoy, Lilja Mohr, Birita Jacobsen 5, Eir Berg 8, Ása Dam á Neystabø 10, Barbara Johannesen, Drós Ragnarsdóttir 3, Marjun Danberg 4, Nicoleta R. Hansen 2, Margith Weihe, Brynja Høj 3 og Jaclin Djurhuus 2.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 3-8

15. min. 6-11

20. min. 7-12

25. min. 11-15

30. min. 14-18

35. min. 15-20

40. min. 17-24

45. min. 18-26

50. min. 20-30

55. min. 22-33

60. min. 26-37

Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Mohr.

Áskoðarar: 195

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil112702096118
2VÍF112872612616
3Neistin102471925515
4StÍF11226266-406
5Stjørnan10204266-626
6VB11230270-403




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder