Kyndil hevði í dag vitjan av VB, dysturin varð leiktur í Høllini á Hálsi. Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, hálvleiksstøðan var 11-9 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki rann Kyndil bara frá vágskvinnum, Kyndil vann stórsigur 26-17. Serliga var tað Anna Brimnes, sum ein legði til merkis, hon fekk 12 mál fyri Kyndil.
Kyndil liggur nú fremst í Hvonndeildini tær hava 12 stig.
Kyndil: Maja Dragolubovic, Vár Thomsen, Súsanna Petersen, Bára K. Hansen 2, Asleig Súnadóttir, Bjarta Johansen 1, Guðrun R. Olsen 1, Anna Brimnes 12, Turid A. Samuelsen 5, Irena Dam 4, Randi S. Wardum og Anja H. Hammer 1.
VB: Sanja Jevitic, Una J. Nolsøe 1, Christina Holm, Birita Joensen, Gurið K. Mortensen 5, Helga Ey. Kjærbo 3, Danyela Mistric 1, Svava Vestergaard 2, Carol Symphor og Rúna M. Jacobsen 5.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 4-3
15. min. 6-4
20. min. 8-5
25. min. 8-8
30. min. 11-9
35. min. 14-11
40. min. 16-12
45. min. 18-13
50. min. 21-14
55. min. 24-14
60. min. 26-17
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Heri Petersen
Áskoðarar: 70
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald