Kyndil vann stórsigur á StÍF í Høllini á Skála í kvøld, úrslitið gjørdist 19-29 eftir at hálvleiksstøðan var 9-15 til Kyndil.
Kyndil byrjaði dystin, sum eitt óveður, tær komu uppá 1-5 eftir at 10 minuttir vóru leiktir, tá fótaði StÍF sær og komu inn í dystin, men teir seinastu minuttirnir av fyrra hálvleiki gjørdust ov tungir fyri StÍF, tá ið farið var til hálvleik, vísti máltalvan 9-15 til Kyndil.
Kyndil byrjaði eisini seinna hálvleik væl, tá ið 35 minuttir vóru leiktir, vísti máltalvan 10-19, nú var greitt, at Kyndil fór við sigrinum, men restina av dystinum fylgdust liðini við sama málmuni, endaliga støðan gjørdist 19-29.
StÍF: Michala C Halther, Birita Absalonsen, E Ingiborg S. Kass 1, Fríðrun Danielsen 4, Rebekka Justinussen 2, Erla Petersen 1, Bára Berthelsen, Guðrun Gærdum 1, Guðrið Poulsen 4, Birna Tummasardóttir 3, Rebekka Boulsen og Paula B. Høgnesen 3.
Kyndil: Vár Thomsen, Súsanna Petersen 1, Bára K. Hansen 1, Beinta Bárðardóttir, Ásleyg Sunadóttir 2, Bjarta Johansen 3, Guðrun R. Olsen, Anna Brimnes 3, Marianna G. Eystberg 3, Turid A. Samuelsen 9, Jana Dam, Hanna Hansen 1 og Randi S. Wardum 6.
Støður:
5. min. 0-3
10. min. 1-5
15. min. 5-7
20. min. 7-11
25. min. 8-11
30. min. 9-15
35. min. 10-19
40. min. 13-24
45. min. 14-26
50. min. 16-27
55. min. 17-27
60. min. 19-29
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald