Ítróttur

Hvonndeildin: Kyndil vann 25-22 á VÍF í kvøld

...

2017-03-08 20:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Hvonndeildini møttust Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi í kvøld. Kyndil lá undan dystinum á 2. plássi við 24 stigum, ímeðan VÍF lá á 4. plássi við 13 stigum.

Kyndil byrjaði betri, tær komu á odda 3-2 eftir at 5 min. vóru leiktir og førdu 4-2 tá ið 10 min. vóru leiktir, Kyndil økti allan fyrra hálvleik, soleiðis at støðan var 15-10 til Kyndil, tá ið farið var  til hálvleik.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, tó dróg VÍF eitt sindur inn seinast í dystinum, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 25-22 til Kyndil.

Kyndil: Maja Dragdjubovic, Anja Eliasen, Bára K. Hansen 2, Asleyg Súnadóttir 2, Bjarta O. Johansen 6

Gudrun Restorff, Anna A. Brimnes 3, Súna K. Hansen 4, Birita Mortansdóttir 1, Vár Thomsen, Lea Durhuus, Helena á Krákusteini, Eyðleyg Súnadóttir og Turid Arge 7.

VÍF: Viviann Petersen, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir 1, Enia Besanovic 2, Liljan Djurhuus 5, Beinta Poulsen, Lív Ingorsdóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1, Daniella Joensen 4, Kathe Frederiksen, Jórunn Gudnumdsen, Heidi Maria Akselsen 2

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 4-2

15. min. 7-3

20. min. 8-5

25. min. 12-9

30. min. 15-10

35. min. 17-11

40. min. 19-13

45. min. 21-14

50. min. 22-17

55. min. 23-19

60. min. 25-22

Dómarar: Heri Petersen og Dánial Samuelsen

Áskoðarar: 50


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin164223239928
2Kyndil163933276726
3VB15400401-117
4VÍF15380387-813
5Stjørnan16343430-876
6StÍF16310380-704

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder