Ítróttur

Hvonndeildin: Kyndil vann 22-20 á VB

...

2015-10-04 02:30 Author image
placeholder

 Kyndil tók í kvøld ímóti VB í Hvonndeildini. Dysturin gjørdist sera spennandi og javnur allan vegin. Kyndil byrjaði sum eitt óveður, tær førdu 4-1 tá fimm minuttir vóru leiktir, men VB fótaði sær aftur í fyrra hálvleiki, støðan í hálvleikinum var10-9 til Kyndil.

VB ætlaði at vinna, tær kempaðu væl og tá ið 40 minuttir vóru leiktir var javnleikur 13-13, VB kom eisini framum 14-15 í 45. minutti, men Kyndil dróg longra stráðið og vann dystin 22-20.

Kyndil liggur nú fremst í Hvonndeildini við 4 stigum, Neistin hevur 3 stig, men Neistin hevur leikt ein dyst minni enn Kyndil.

Kyndil: Maja Dragoyuhovic, Vár Thomsen, Jórun Ludvig, Bára K. Hansen 5, Ásleyg Sunadóttir, Bjarta Johansen 3, Gudrun R. Olsen 2, Anna Brimnes 4, Turid A. Samuelsen 5, Hanna Hansen, Randi S. Wardum 2 og Anja H. Hansen 1.

VB: Sanja Jevtic, Rannva Johannesen 1, Una J. Nolsøe 1, Bjarta Hergeirsdóttir, Birita Joensen, Ivana Jakelja 4, Gurið K. Mortensen 4, Helga Ey. Kjærbo 3, Damjek Mestric 2, Beinta Sigurdsdóttir, Christina Holm 2 og Runa M. Jacobsen 3.

Støður:

5. min. 4-1

10. min. 5-2

15. min. 6-5

20. min. 9-6

25. min. 10-7

30. min. 10-9

35. min. 12-11

40. min. 13-13

45. min. 14-15

50. min. 17-16

55. min. 18-19

60. min. 22-20

Dómarar: N. Niclasen og Aleksandur Johansen.

Sí dómaraseðilin niðanfyri - tað sær út til at Kyndil hevur fingið 18. málið tvær ferðir - helst ein feilur.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil3696094
2Neistin2403733
3VÍF1262152
4StÍF36475-112
5Stjørnan23943-41
6VB12022-20

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder