Í Hvonndeildini tók VÍF í dag ímóti StÍF. Við einum 3. plássi roynir VÍF at bjóða Neistanum og Kyndli av í kappingini um finalupláss í Hvonndeildini, ímeðan StÍf, við 10 stigum, má sigast at hava avskrivað finaluplássið.
VÍF førdi allan dystin, tær førdu 7-4 tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin og høvdu allan dystin fult tamarhald á StÍF-kvinnunum, hálvleiksstøðan var 17-11 til VÍF, sum vann dystin trygt 29-21.
Toppskjúttar hjá VÍF vóru Liljan Djurhuus og Durita C. Jojic, sum fingu 7 mál í part.
Hjá StÍF gjørdist Rebekka Justinussen besti málskjútti, hon fekk eisini 7 mál.
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 1, Agnas Olsen 6, Ronja Johannesen, Liljan Djurhuus 7, Beinta Sveinbjørnsdóttr, Rakul Joensen 1, Durita C. Jojic 7, Daniella Joensen 1, Eilin Hansen 6 og Annika Patti.
StÍF: Katrin Jacobsen, Jóhanna Poulsen, Fríðrún Danielsen 4, Rebekka Justinussen 7, Bára B. Danielsen 1, Sólfríða Pattinson 1, Durita Mikkelsen, Irena Dam 2, Ansy Sevdal 1, Guðrið Poulsen, Birna Tummasardóttir 1, Rebekka Poulsen og Paula Høgnesen 4.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 5-1
15. min. 7-4
20. min. 10-7
25. min. 12-9
30. min. 17-11
35. min. 17-12
40. min. 19-14
45. min. 22-15
50. min. 24-19
55. min. 27-20
60. min. 29-21
Áskoðarar: 145
??rslitini í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald