Politikkur

Hvønn hatt skal borgarstjórin fara í?

...

2016-08-27 12:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ein margháttlig støða, sum borgarstjórin í Tórshavn er komin í ísv. orkuútbyggingina á Miðnámsskúlanum á Marknagili. Tórshavnar kommuna, og harvið borgarstjórin er partseigari av Fjarhitafelagnum, er komin í eina parlamentariska tvístøðu, tí hvønn Harra skal borgarstjórin tæna, sini egnu kommunu ella einari loysn, sum landsins myndugleikar hava mælt til. Uttan at taka støðu til, hvørs útbygging er hin rætta, so er hetta ein sera óheppin parlamentarisk støða.

?? fleiri umførum, hevur undirritaða ført fram, at tað er als ikki skilagott, at borgarstjórar sita í tveimum politiskum sessum í senn, tí bland kann skjótt koma í áhugamálini. Tað er ikki sunt fyri okkara fólkaræði, at somu persónar sita í fleiri politiskum sessum í senn. Hetta er við til at smalka um okkara fólkaræði. Somuleiðis er tað heldur ikki nøktandi, at løgtingslimir nú velja at manna sessir í býráðnum, samstundis sum teir sita í Løgtinginum. Tíðin er uttan iva komin til, at uppskotið hjá undirritaðu um borgarstjórar á Tingið verður tikið fram aftur, nú í broyttum líki, at man bert kann móttaka ta einu almennu lønina fyri politiskt arbeiði. Hetta fer kanska onkran at velja annan sessin framum.

Annika Olsen

Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder