Vinna

Hví verður makrelur bleytur

...

2016-06-24 20:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:

Havstovan var 10. juni vertur fyri einari verkstovu um fyribrigdið ???bleytur makrelur???.

 

Stórur makrelur í Atlantshavinum vísir seg at vera infiseraður við Kudoa thyrsites, ið er ein smávera innan myxosporidiur. Varðin Pelagic fekk í lag kanningar av hesum fyribrigdi farna heyst. Hesar kanningar blivu so fylgdar upp við einari verkstovu, har umboð fyri føroyskar granskingarstovnar hittust at kunna seg um fylgjurnar avKudoa- infektión. Sum serfrøðingur varð innkallaður Dr. Arne Levsen frá NIFES í Bergen.

 

Íalt møttu 18 luttakarar til verkstovuna um Kudoa thyrsites. Hesi vóru umboð fyri: Varðan Pelagic, Atlantic Fish Tech, Náttúruvísindadeildina, Fiskaaling, Havstovuna og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Fyrrapartin vóru tveir fyrilestrar. Fyrst greiddi Dr. Jan Arge frá støðuni hjá makrelstovninum og nýggjastu kanningarúrslitunum. Síðani greiddi Dr. Arne Levsen frá trupulleikanum við Kudoa thyrsites í makreli og alifiski. Seinnapartin fingu luttakarar høvi til at luttaka beinleiðis í kanningum av Kudoa í makreli á Havstovuni og á Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya, umframt á Inova.

 

 

Spori av Kudoa thyrsites (myxosporidia, Cnidaria); foto: Dr. Arne Levsen, NIFES.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder