Vinna

Hví skal verandi vinna varðveitast?

...

2015-12-21 21:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
??ró merkist í fiski- og alivinnuni síðan Landsstýrið boðaði frá at veiði- og tøkugjøld verða hækkað og nýggj innførd, umframt uppboðssølu av fiskirættindum ??? hoyrast órímilig hvín frá ríkmonnum, ella ávaringar sum eiga at verða tiknar í álvara?

Neyvan man nakar annar postur í Landsstýrinum sum tann hjá fiskimálaráðharranum vera merktur av at avgerðir kunnu skjótt fáa stórar samfelagsbúskaparligar avleiðingar. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum ??? og ein ið hevur tosað nógv um neyðugar nýskipanir í fiskivinnuni ??? sleppur Høgni Hoydal av sonnum eisini at royna seg í verki; harvið ikki sagt at tað verður einfalt ella lætt, hvørki so ella so, at fremja skilagóðar og nøkulunda haldbarar nýskipanir í einari vinnu sum fyllir so nógv í Føroyum.

Ein meira ideologiskur vongur við heldur kollveltandi dagsskrá, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma tó ikki óavmarkað vil lata seg ávirka av, hevur leingi havt vaksandi viðrák í KvF og øðrum tíðindamiðlum og, kanska sum eitt úrslit av hesum, millum alsamt fleiri veljarar tey seinnu árini. Trýstið á fiskimálaráðharran frá hesum ráki í tí almenna rúminum er uttan iva stórt; tó skal tað ikki vera størri enn so enn at hann sambært upplýsingar gav til kennar undan valinum yvir fyri umboðum fyri fiskivinnuna at hann ikki treytaleyst tók undir við øllum sum búskaparfrøðingar høvdu at siga í fjølmiðlunum um fiskivinnustýring og veiðirættindi. Hetta var helst við til at sissa reiðarar ið leingi hava kent ampa yvir at 2018 trupulleikin framvegis stendur óloystur ??? at øll fiskirættindi sambært lóg fella burtur longu við árslok 2017. Trupulleikin distraherar longu sum er vinnuna nógv og ger langsiktaðar íløgur at kalla ómøguligar ídag orsakað av tí stóru óvissuni um hvat sum skal henda framyvir við verandi rættindum.

Sostatt er øll fiskivinnan nú strangt tikið undir niðurlegging. Vónir hava tó alla tíðina verið um at teir vinnupolitisku karmarnir skjótt fóru at verða lagdir í eina fastari og tryggari legu. Tað verður so í fyrstu syftu ikki minst upp til okkara politiska myndugleika at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Ikki tjena pengar?
Við øllum hesum í baksýni gjørdist ørkymlanin ikki minni í fiski- og alivinnuni, aftaná at tað stóð greitt at sum part av upplegginum til fíggjarlóg fyri 2016 hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um eina røð av tiltøkum sum munandi skulu hækka avgjøldini á fiskiveiði og fiskaaling, umframt at partur av rættindinum til veiði eftir uppisjóvarfiski og eftir botnfiski í Barentshavinum skal seljast umvegis alment uppboð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder