16. juni vórðu starvsfólk hjá almenna Kringvarpinum stevnd fyri at hava ærumeitt ein persón. Dómur varð feldur í málinum 25. februar 2015, har tey trý starvsfólkini í Kringvarpinum vórðu dømd fyri at hava ærumeitt ein persón. Í dóminum stendur, at:
???De sagsøgte??? skal inden 14 dage in solidum betale sagsomkostninger til sagsøger??? med 75.000 kr.???
Spurnartekin varð sett við, hvør skuldi gjalda fyri sakarmálskostnaðin. Týsdagin 24. mars gjørdi Kringvarpsstýrið greitt, at almenna kringvarpið skuldi gjalda fyri sakarmálskostnaðin. Sostatt skal kringvarpsgjaldarin rinda fyri sakarmálskostnaðin. Tað er sjálvandi týdningarmikið at hava eina kritiska pressu, men tá starvsfólkini fara út um mark og bróta lógina, má man ganga út frá, at tey skulu gjalda fyri tað. Kringvarpið er ikki stevnt. Tað eru tríggir privat persónar, ið starvast í Kringvarpinum. Tí verða spurningarnir niðanfyri settir.
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at Kringvarpsgjaldarin skal gjalda fyri sakarmálskostnaðin?
2. Tey fýra tíðindafólkini eru dømd at rinda in solidum. Kemur svarið hjá stýrinum at merkja, at kringvarpsgjaldarin eisini skal rinda sakarmálskostnaðin, fyri ta tíðindafólkið, sum ikki starvast í Kringvarpinum?
3. Kemur niðurstøðan frá Kringvarpsstýrinum at hava nakrar avleiðingar fyri tey trý starvsfólkini í Kringvarpinum?
4. Kemur niðurstøðan frá Kringvarpsstýrinum at hava nakrar avleiðingar fyri limirnar í Kringvarpsstýrinum
Hanus Samró
Tingmaður fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald