Politikkur

Hví skal Almannaverkið leiga ístaðin fyri at eiga

...

2021-09-03 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er gleðiligt, at seinheilaskødd fáa eitt heildartilboð. Tað er átrokandi, og tørvurin hevur verið stórur. Men nú hevur Almannaverkið valt at leiga ein bygning hjá eini privatari fyritøku í Klaksvík.Tað merkir, at bygningar hjá privatari fyritøku kunnu enda við at verða útgoldnir viðpeningihjá skattgjaldaranum.

Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett fyrispurning um hetta til landsstýrismannin.Spurningurin er, um skattgjaldarin fær mest burturúr, at landið leigar bygningar hjá privatpersónum ella privatum fyritøkum í staðin fyri at byggja ella eiga sjálvt.

Landsverk hevur víst á, at meðan almenna bygningsviðlíkahaldskontan bløðir, og játtanin til viðlíkahald av almennum bygningum bara lækkar, letur landið við hinari hondini stórar upphæddir av viðlíkahalds­peningi til privat leigumál.

Nevnast kann, at høvuðssætið og hjálpartólamiðstøðin hjá Almannaverkinum eru eisini leigað frá privatari fyritøku. Talan er í báðum førum um langtíðarleigu, har bygningar hjá privatari fyritøku kunnu enda við at verða útgoldnir við peningi hjá skattgjaldaranum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder