Opin fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum Hendrik Old.
Seinasta árið er ferðslan um Skopunarfjørð økt munandi, og er hetta ein sólskinssøga í sjálvum sær.
Seinastu tíðina hevur Teistin tó meiri at kalla slóðað um fjørðin. Túrurin sum vanliga tekur 25 minuttir kann nú lættliga taka 40 minuttir. Eftirhondini er tað líka leingi at sigla yvir á Gomlurætt, sum tað varð at sigla við Rituni um Kirkjubønes til Havnar.
Hetta skapar kaos í ferðsluni um fjørðin, har Teistin sjálvdan klárar at halda ferðaætlanina, og seinkingar eru dagligdagkostur hjá pendlarum og vitjandi í Sandoynni.
Onki er mær vitandi heldur gjørt í innsiglingini í Skopun fyri at taka grótið burtur, ið varð ein meinbogi fyri ferðsluna hjá Teistanum í vetur og verður tað aftur komandi vetur, við nógv fleiri avlýsingum enn annars neyðugt er vegna veður. Heldur onki er gjørt við at leggja grót uppímóti brimgarðinum, grótið sum er farið av brimi, og sum ein partur nú liggur í innsiglingini.
Fyri at sandoyingar skulu fáa greiði á hví hesi viðurskifti eru so nógv versnaði seinastu tíðina verða hesir spurningar settir Hendriki Old, ið hevur evstu ábyrgd av Strandferðsluni:
· Passar tað at manningin á Teistanum hevur fingið strangar ordrar av Tvøroyri at spara olju, og tí ikki sleppa at sigla við neyðugu ferðini fyri at halda ferðaætlanina?
· Nær kunnu sandoyingar aftur vænta at Teistin siglur við nøktandi ferð?
· Nær verður arbeiðið gjørt í innsiglingini í Skopun, so innsiglingin aftur er trygg á vetrartíð?
Tíðin er annars komin til at landsins myndugleikar umhugsa at seta eitt skip afturat inn á Sandoyarleiðini um summarið.
Vit í oynni vilja ikki lata okkum lynda, at vit og tey ið koma at vitja okkara vøkru oyggj, skulu standa í bíðirøð á Gomlurætt í tímavís, ja, upptil hálvar dagar fyri at fáa bilin um fjørðin. Landsstýrismaðurin eigur tí at arbeiða við eini loysn á hesum sera sera átroðkandi máli.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald