Jacob Vestergaard skrivaði soleiðis í gjár: Ein av yvirskriftunum í útvarpstíðindunum í dag var: ???Landsstýrismaðurin hevur færri heimildir í nýggju fiskivinnulóggávuni enn í teirri galdandi, men heimildirnar eru neyðugar hjá Fiskimálaráðnum at hava, sigur Høgni Hoydal, sum er til at fara frá, um hann brýtur lógina???.
Yvirskriftin og útsøgnirnar hjá Høgna Hoydal eru beinleiðis skeivar. Í nýggju fiskivinnulóggávuni eru ímillum 130 og 140 ásetingar, har sagt verður, at ???landsstýrismaðurin kann???, ???landsstýrismaðurin ásetur nærri???, ??? góðkennast av landsstýrismanninum??? o.s.f., meðan tað í galdandi lóggávu eru ímillum 90 og 100 ásetingar við sama innihaldi.
Tíðindamaðurin hevur gjørt fleiri sendingar um fiskivinnuna og fiskivinnulóggávuna, so hann veit, at landsstýrismaðurin sigur ósatt. Hóast tað, slapp landsstýrismaðurin at pástanda, at nýggja fiskivinnulóggávan innihelt ???nógv færri??? heimildir til landsstýrismannin. At tíðindamaðurin hevur ávísa hugsan um fiskivinnuna, eigur ikki at halda honum frá at upplýsa landsstýrismanninum, at hann sigur ósatt.
Um páhaldið, at landsstýrismaðurin fer frá, um hann brýtur lógina, vita vit alt um. Hví bleiv Høgni Hoydal, í tí samanhanginum, ikki spurdur um, hví hann so ikki legði frá sær, tá hann tilvita breyt lógina, tá hann flutti veiðiloyvir hjá líniskipum á uppisjóvarskip.
Tað sær út til, at Kringvarpið er farið undir eina lýsingarherferð til frama fyri fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Fríggjadagin var tjóðveldismaðurin Herman Oskarson nýttur sum sannleiksvitnið.
???Reypirundan??? heldur áfram bert undir øðrum heiti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald