LGBT og líknandi rørslur hava havt eina so einastandandi framgongd í vesturheiminum seinnu áratíggjuni, at hetta má metast at vera eitt av mest bergtakandi fyribrigdunum í okkara tíð. Í ovurstóra amerikanska samfelagnum flutti samkyndleiki seg upp á minni enn tjúgu ár frá at vera kærleikin, ið ikki mátti takast upp á tungu, til at vera miðdepilin í gerandisdegnum hjá amerikanarum. Dagsskráin hjá LGBT-felagsskapum fekk tí nógv betri undirtøku, enn teir mest ágrýtnu forsprákararnir høvdu væntað. Í Føroyum hevur tað eisini gingið skjótt, og ein sosial og moralsk kollvelting av hesum slagi krevur eina frágreiðing.
Ein partur av frágreiðingini kann sporast aftur til 1989, tá bókinAfter the Ball: How America Will Counquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90svarð givin út. Høvundarnir vóru tveir samkyndir amerikanarar, Marshall Kirk og Hunter Madsen, sum høvdu tikið útbúgving á kenda lærustovninum Harvard. Í bókini ??? hon var eitt slag av stevnuskrá, sum samkynd skuldu nýta gjøgnum 1990???ini ??? lýsa teir eina greiða ætlan fyri, hvussu tað skal eydnast at fáa almenningin at góðtaka alternativar kynsliga samleikar og atferð sum nakað heilt vanligt. Við at hyggja nærri eftir tí, sum teir skriva, kunnu vit betur skilja, hví almenna hugsanin um hetta umstrídda evni er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð.
Báðir vóru teir serfrøðingar innan yrki, ið vóru ógvuliga viðkomandi fyri søkina. Kirk í sálarfrøði, og Madsen í at ávirka hugsanina hjá almenninginum. Mál teirra við bókini var ???at broyta kenslur, vit og vilja hjá miðal amerikanaranum gjøgnum eitt tilætlað psykologiskt álop, ið skuldi fremjast við at fóðra tjóðina við propaganda gjøgnum miðlarnar.??? Við øðrum orðum tosa vit altso um at manipulera almenningin.[1]
Hetta skuldi altso gerast við at føra seg snildisliga fram. M.a. skuldu samkynd tosa púra opið og ???altíð??? um samkyndleika. Eisini skuldu tey lýsa samkynd sum offur, ið høvdu tørv á verju, tí so fóru hinskynd av sær sjálvum at fáa lyndi til at verja samkynd. Henda ???offurlýsing??? skuldi ???umvenda??? fólk, so at tey fóru at taka undir við samkyndum livihátti.
Tað var eisini týdningarmikið at siga, at samkynd vóru fødd soleiðis ??? hóast kynslig orientering fyri menniskju flest tykist vera eitt úrslit av einum fløktum samanspæli millum, (1) hvat vit av náttúru hava lyndi til og (2) okkara umhvørvi í barna- og ungdómsárunum. Og so skuldu tey, sum ikki tóku undir við samkyndum livihátti, verða skýrd ???homohatarar???, ???avoldað???o.s.fr.
Ikki kann sigast annað, enn at hesin ódámligi framferðarháttur hevur eydnast væl í vesturheiminum, tí fleiri lond hava broytt hjúnabandslógina umframt nógvar aðrar lógir, sum hava samband við eina broytta hjúnabandslóg. Og nú standa Føroyar næst í røðini.
Les eina longri útgávu av greininiher:https://hjunaband.org/2016/04/09/hvi-lgbt-hevur-havt-slikan-vidvind-seinastu-aratiggjuni/
[1]At ávirka tankar og hugburðir hjá øðrum við at nýta snildar og ofta óreiðiligar hættir (Den Danske Ordbog,mín týðing).
-----
Vinarliga vegna Ja til hjúnabandiðAnn Dahl HansenArni ZachariassenHelgi AbrahamsenKarl Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald