Vinna

Hví klárar Føroyski flotin ikki at endurnýgga seg

...

2016-07-08 17:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hví klárar Føroyski flotin ikki at endurnýgga seg ?

Føroyski flotin sum vit hava reypa okkum av var fyri eini 30 árum síðani tann best framkomni samanlíkna við teir uttanum okkum.

Í dag er hann nógv tann vánaligasti. Meðalaldur omanfyri 30 ár. Hvussi halda tit sær út millum skins og hold á slíkum skipum, har avløb o.a. er rusta og tipt, fugt og svampur. Ein alment løntur hevði nokk fingið forboð at farið umborð av sínum fagfelag

Er tað ongin sum vaknar her ? Havi ikki hoyrt nakran polittikkara nevna at penganir frá uppboðsøluni møguliga kundu farið í grunn til at endurnýgga flotan fyri ?, men bara hvussi nógv aftrat man kann knokkroyta reiðaran ´´tann bandittin´´ alt til tann alsamt vaksandi almenna yvirbygnaðin.

Hvat er galið hjá okkum ? eru vit for ódugnaligir ? nei neyvan, tí so vóru Føroyingar nokk ikki verið yvirmenn við Grønlenska/Canadiska/Norska/Danska fiskiflotanum !!!! mótsatt sýgga vit so ikki ein einasta av teimum við Føroyskum skipum !!! so tað man væl tala fyri seg.

Nú rokni eg ikki her hvat veiðumøguleikar teir/vit hava

1. tað sum er mest galið er sjálvandi óvissan um hvat hendir eftir hesa ólukku fiskivinnu-nýskipan sum higartil hevur bumba okkum nógv ár aftur eftir

2. Hartil er Føroyska kontraktin hjá Føroyska reiðaranum nógv tann vánaligasta í mun til hinar, og einasta tos er um hvussi man kann taka enn meir frá reiðarínum, nei manningin og onnur gjøld mugu ikki rørast

Um vit samanlíkna ein Grønlenskan rækjubát so hevur Grønlenski reiðarin ca 14 % meir eftir av samlaða søluvirðinum

Norska kontraktin er ca 8% betur fyri reiðaran við hasum strukturgjaldinum sum manningin og reiðarí lata í grunn til bundna uppgávu at endurnýgga fyri.

Danir hava als onga kontrakt, har ger reiðarin júst sum hann vil !!!!

Eystisku skipini sum fiska saman við okkum hevur reiðarin ca 20% meir eftir enn Føroyingar av søluvirðinum frá manningini

Eg sigi ikki hvat er rætt ,men bara samanlíkningsgrundarlagið

Nei her mugu øll feløg-fiskimann- Skipara/navigatør og maskinmeistarafelag + landstýri seta seg saman og allir lata nøkur % sum skal áleggast til endurnýggin ella endar heilt galið hjá Føroyingum.

Við Svalbard 6.juli-16

Bjarni Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder