Politikkur

Hví hoyrist einki frá okkara fólkavaldu um Vágatunnilin?

...

2016-10-25 20:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú liðugt er at gjalda lánini í Vágatunnlinum, eigur tunnilsfelagið at avtakast - harvið skulu gjøldini eisini burtur.

Okkara fólkavaldu løgtingsfólk og bygdaráðslimir skuldu gingið á odda, fyri at kravt okkara rættindir - men frá teimum hoyrist næstan einki - tíverri

Her valdar líkasæla so tað forslær - Hesa søk vil eg tala fyri, um eg verði valdur í Vága kommunu.

Ferðslan økist nógv. Frá 1. januar til 1. september í ár koyrdu 565.056 akfør í tunnlinum, sama tíðarskeið í 2015 var talið 516.241, tað svarar til ein vøkstur uppá 9,5%

Hetta tíðarskeiðið í ár koyrdu 2.062 akfør í meðal gjøgnum tunnilin pr. dag.

Sambært roknskapinum eru 8 starvsfólk knýtt at tunnlinum, tey fingu í 2015 útvið kr. 3,5 milliónir í løn, harafturat er ein stór nevnd, sum skal stýra felagnum - Hví skulu vit gjalda hesar útreiðslurnar?

Vel lista A  Fólksinslista

Jóanis Albert Nielsen



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder