Fái spurningin: hví eg stilli upp fyri Fólkaflokkin?
Fólkaflokkurin meinar at búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.
Júst tí stilli eg upp fyri Fólkaflokkin, tí eg meini at við einum góðum vinnulívi við tryggum karmum, kunnu vit fáa einar betri Føroyar at liva í.
Meini vit búgva í heimsins vakrasta landi. Við heimsins besta fólki. Við heimsins vakrastu nátturu. (Sakni tó hitan um summarið og kavan um veturin.) Vónandi fáa vit hitan komandi summar og kavaveður í vetur. Føroyar eru góðar og nógv gott er hent tað seinasta valskeiðið. Fólkaflokkurin vil virka fyri at tað verður enn betri. Og vit meina tað.
Mariann P. Garðalíð
Valevni hjá Fólkaflokkinum???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald