Politikkur

Hví fáa summi festi ikki stuðul úr Búnaðargrunninum

...

2021-09-08 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hví fáa summi festi ikki stuðul úr Búnaðargrunninum?

Festarar, sum ikki eru mvg-skrásettir, hava ikki møguleika at fáa pening útgoldnan frá Búnaðargrunninum sum stuðul í sambandi við íløgur. Hetta hóast, at hesi festini hava pening til taks á sínari festikontu. Spurningurin er, hví so er, og um hetta er rímiligt.
Búnaðargrunnurin kann játta festum stuðul av festikontu ella felags festipulju til ætlanir, sum hava til endamáls at skapa varandi virðisøking av festinum. Tað kann t.d. vera til ábøtur, velting og nýdyrking av jørð. Ella nýiløgur í brunnar, køstar, fjós, seyðahús, rættiro.s.fr.

Tá landið ella ein kommuna ognartekur jørð frá einum festi til eitthvørt alment gagnligt endamál, verður peningurin frá ognartøkuni settur á festikontu hjá viðkomandi festi. Tað kann t.d. vera ein ognartøka til ein veg ella eina útstykking. Síðani verður ein partur fluttur víðari yvir í eina felags festipulju yvir eitt áramál.

Ofta hava størri festi møguleika at fáa peningin útgoldnan sum stuðul í samband við íløgur. Hesi festini eru mvg-skrásett. Men festarar, sum ikki eru mvg-skrásettir, hava ikki hendan møguleikan. Tað er neyðugt við eini frágreiðing frá landsstýrismanninum um orsøkina til hetta, og tí er ein munnligur fyrispurningur settur á tingi í dag.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder