Politikkur

Hvat skulu vit vænta okkum

...

2017-02-02 09:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At Javnaðarflokkurin í býráðssamgonguni nú er so harmur, og sigur, at tey eru ímóti, at borgarstjórin eisini situr á løgtingi, men at tey máttu atkvøða fyri tí, er ikki serliga dámligt. Hvat skulu vit so vænta okkum komandi fýra árini?

Tað sær út til at vera ???spæl fyri galarínum???, tá ið borgarstjórin sigur, at tað er upp til hvønn einstakan býráðslim at avgera, um borgarstjórin samstundis kann taka sæti á løgtingi. Sjálvandi, og tað veit ein og hvør, at júst tað tryggjaði hann sær í samgongusamráðingunum. Tað sást eisini týðiliga á býráðsfundinum, tá ið málið var til viðgerðar, har onki av umboðunum í samgonguni tók orðið, men sótu og bíndu niður í borðið. Varaborgarstjórin tók orðið, men kundi ikki svara okkum uppá nakran spurning.

At tað smakkar býráðsumboðunum hjá Javnaðarflokkinum illa, kunnu vit sum borgarar ikki brúka til nakað. Vit hava nú fingið ein hálvtíðarsettan borgarstjóra í næststørsta býi í Føroyum. Nú, meir enn nakrantíð, er stórur tørvur á at vera til arbeiðis og verja borg, so Klaksvík frameftir kann fóta sær og vera við. Á fundinum var lítið álitisvekjandi at hoyra, at ongin avtala er gjørd um, hvat borgararnir kunnu vænta, tá ið borgarstjórin er í tinginum. Hvønn skulu vit venda okkum til? Heldur samgongan, at tað er í lagi, at Klaksvíkar Kommuna er í borgarstjóraloysi fleiri dagar í árinum? Hava borgarstjórin og varaborgarstjórin veruliga ikki tosað um, hvussu hetta skal skipast?

Tá ið samgongan gjørdi innanhýsis avtaluna, um at borgarstjórin kundi vera bæði í býráði og á løgtingi samstundis, áttu tey um ikki annað gjørt ein avtalu um, hvussu hetta skal fyrisitast og kunnað okkum í býráðnum og okkara borgarar um, hvussu tey ætla at stýra tey komandi 4 árini.

Ein vána avtala fyri Klaksvík

At vit í Klaksvík eru í tí støðu at hava ein borgarstjóra sum ikki er fulla tíð, er ein stórur bági fyri kommununa. Tað fer uttan iva at merkjast í framtíðini. Tað harmar meg eisini almikið, at samgongan hevur so lítla virðing fyri einum so týðandi starvi, sum tað er at vera borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.

Tað er løgi, at ein politikari kann halda seg megna bæði størvini samstundis. Møguliga kann sigast, at tað eru fyrimunir við at vera báðumegin, men tað eru so nógv fleiri vansar við júst hesum. Taparin verður okkara kommuna.

Haldi, at býráðssamgongan hevur gjørt Klaksvík verri fyri, vegna egin áhugamál og avtalur, og harvið sett okkum borgarar og Klaksvíkar Kommunu aftur um fremstu uppgávuna ein borgarstjóri er valdur at fremja.

Tað undrar meg stórliga, at ein kann gera so stórt arbeiði fyri at fáa eitt starv, sum man í roynd og veru ikki ordiliga ynskir at átaka sær.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder