Politikkur

Hvat skulu vit vænta

...

2016-11-07 17:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg havi ført fram, at tað er týdningarmikið, at skuldin verður goldin niður, soleiðis at pláss er fyri at gera skúlan lidnan.

Tað er ikki tí, at eg eri ímóti vetrarfriðing, ella gerð og liðugtgerð av vegum og gøtum. Men eg eri bangin fyri, at eitt komandi býráð, sum ikki raðfestur skúlan, fer at brúka verandi hølir, sum undanførslu, at bíða við skúlanum.

Í dag er stór kapping millum kommunur, at bjóða lægri skatt, hækka barnafrádrátt og lægri barnagarðsgjøld. Vit hava lækkað skattin, sum lova, og vit hava eisini hækkað barnafrádráttin í farna valskeiði. Skattalækkingin, um hon er lítil verður í 2017, 0,25 prosent. Skulu vit vera kappingarfør, er neyðugt at fara hóvliga fram, og ikki brúka meira enn neyðugt.

Eitt komandi býráð eigur at brúka orku uppá, at skapa nýggjar møguleikar á havnalagnum og við bátahylin. Saman við vinnuni og kønum fólki eigur ein komandi vinnunevnd, at hugsa gjølla, og møguliga gera ein hugskotskapping fyri framtíðina. Í løtuni er ringt at í mynda sær, hvussu verður við framleiðslu av fiski. Tí er neyðugt við nýhugsan. Eg síggi ikki fyri mær, at nakað stórvegis hendir beinanvegin á havnalagnum, men ein ætlan skal liggja klár, áðrenn komandi valskeið er runnið. Eg trúgvi, at stimbran av íverksetan og skapanhugi kann vera við til at lyfta. Tí eiga vit at útvega ókeypis hølir, veita íverksetarastuðul og ráðgeving, sum er roynt aðrastaðnis í Føroyum.

Við bátahylin skulu viðurskiftini skipast betur, soleiðis at økið við bátahylin, burturav verður brúkt til ferðavinnu og smábátahavn. Eg havi mælt býráðnum frá, at víðka grótbrotið heim til lítla grótbrotið, fyrrverandi skrelliplássið, samstundis havi eg mælt til, at skrelliplássið verður fylt upp. Er tørvur á grótbrotið í Vágum, má annað øki finnast.

Annað evni, sum eisini hevur fylt nógv, millum manna, er ungdómshús og frítíðaransing. Vit mugu staðfesta, at tað er neyðugt, at gera nakað fyri ungdómin, tí vera vit noydd til at játtað meira pening til økið. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvussu økið skal skipast, men eg kann lova, at verið eg valdur, farið eg at gera alt fyri, at í okkara kommunu verður, framm-haldandi, gott at búleikast hjá børnum og ungum.

Eg havi sitið í býráðnum tvey valskeið, har tað fyrra fyri meg persónliga, var meira spennandi. Í fyrra valskeiðnum var eisini betur javnstøða millum kynini, tá vóru fýra kvinnur valdar, í tí seinna bara tvær. Eg haldi at tað hevði eina góða ávirkan á býráðsarbeiði, at fleiri kvinnur høvdu sæti í býráðnum. Vit mugu bara staðfesta, at áleið 70 % av samlaðu fíggjarætlanini fara til vælferðartænastur, har meginparturin at størvunum er manna av kvinnum.

Hesuferð er nógva at velja í millum, 50, men bara 11 sleppa inn. Nógv stilla upp fyri fyrstu ferð. Vónandi hava tit fingið smakkin fyri kommunal politikki, og ikki missa mótið, um tað ikki eyndast hesuferð.

Gott val øll somul.

Albert Ellefsen, býráðslimur og valevni á lista C

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder