JN

Hvat skal Evropa byggja á?

...

2015-04-20 18:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avbjóðingarnar í Evropa eru nógvar og stórar. Nógv verður tosað um grundarlagið undir Evropa og okkara samfelagsskipan. Kjakið um hvørt byggjast skal á tey kristnu virðini ella á eina sekulera heimsáskoðan er framvegis háaktuelt.

Jeff Fountain vitjar í Føroyum í hesum døgum. Jeff hevur í nógv ár granskað evropiska søgu og mentan. Hann leggur í sínum arbeiði sera stóran dent á, at tað besta fyri Evropa er at halda fast við tann kristna arvin. Og eisini hevur hann ein boðskap um, at tað er vón fyri Evropa.

Jeff er søgukønur og hevur í fleiri ár arbeitt sum journalistur.

Jeff Fountain stovnaði The Schuman Centre for European Studies, har granskað verður í ávirkanini, sum kristnitrúgvin hevur á fortíð, nútíð og framtíð Evropa.

Jeff Fountain er ættaður úr Ný Sælandi, men hevur búð í Hollandi í meira enn 40 ár. Umframt at hava verið ímillum stigtakararnar í fleiri átøkum, t.d. Hope For Europe-rørsluni, European HOPE Congress og State of Europe Forum, hevur Jeff skrivað bøkurnar ???Living as People of Hope??? og ???Deeply Rooted???.

Jeff Fountain er eisini nógv nýttur fyrilestrahaldari. Hann heldur fyrilestrar fyri ymiskum bólkum, t.d. politikarum, akademikarum, prestum, lærarum og vinnulívsfólkum.

Tey almennu tiltøkini eru hesi:

Mikudagur 22. apríl kl. 19:30:

Almennur fyrilestur í Norðurlandahúsinum við heitinum: ???Er sekularisering rætta kósin???? (fyrilesturin verður á enskum, kostnaður 115 kr).

Fríggjadagur 24. apríl kl. 20:00:

Ungdómstiltak í Reinsatínum í Tórshavn: ???Hví vera kristin í dag???? (fyrilesturin verður á enskum).

Meira kann lesast um vitjanina á Facebook.com/jeffvitjar.

Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder