Vinna

Hvat sigur fiskivinnan um fiskivinnunýskipan

...

2017-01-10 17:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava hoyrt nógv um hvat politikarar halda um fiskivinnunýskipan, men hvat heldur vinnan sjálv ?

Í samband við Torradagarnar, sum vera í Klaksvík í februar, verður fyriskipaður ein kunnandi pallborðsfundur á Skúlatrøð, har so at siga allir skipabólkar og aktørar í vinnuni sleppa framat. Símun Gullaksen frá Gamla Seglhúsinum, hevur tikið stig til henda fundin og skal hesin fundur roknast fyri at verða ein møguleiki fyri alla fiskivinnuna á sjónum, at koma við sínum sjónarmiðið um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar.

Fundurin verður fríggjadagin tann 17. februar klokkan 19:00

Nevnast kann eisini, at ein annar viðkomandi fundur um sama evni, verður mikudagin 15. februar, og har eru tað politisku flokkarnir, sum bera fram sína hugsan og sjónarmið.

Sostatt verður tað møguligt á Torradøgunum í Klaksvík, at hoyra hugsanir og sjónarmið frá báðum pørtum, og tað kann bara verða spennandi og áhugavert.

Jón Brian Hvidtfelt verður fundarstjóri.

Pallborð:

1. Poul Huus Sólstein, Klaksvík (North Pelagic)

2. Hanus Hansen, Klaksvík (Trolarar í Barentshavinum)

3. Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík (Nótaflotin)

4. Annfinn Olsen, Fuglafjørður (Nótaflotin/Barentshavið)

5. Dánjal Jacobsen, Vestmanna (Partrolarar)

6. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður (Stállínuskip)

7. Tummas Henriksen, Sørvágur (Lemmatrolarar)

8. Janus Knudsen, Saltangará (Trolbátar)

9. Absalon í Buð, Hvannasund (??tróðrarbátar)

Fundurin er almennur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder