Vinna

Hvat munnu fiskifrøðingarnir nú siga

...

2015-09-20 03:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Asfinn Sigvardsen hevur lagt tvær myndir út á Facebook av góðum toski, sum er fiskaður norðanfyri í dag, toskurin er bæði stórur og væl fyri.

Eg var í Miðvági í kvøld, tá ið útróðrarbátarnir komu aftur - "Hvat munnu fiskifrøðingarnir nú siga" helt ein hittinorðaður miðvingur fyri, tí toskurin sá so væl út.

Ein sandavágsmaður hevði í dag kastað útfyri Saksun, har var sama skili, bara stórur og vælvaksin toskur - allir fullir av nebbasild - hugaligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder