Politikkur

Hvat kostar rein samvitska

...

2021-01-10 09:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvat kostar rein samvitska?


Í nøkur ár hava vit í Føroyum havt møguleikan at keypa okkum ein el-bil, og skattgjaldarin hevur goldið mvg-ið av hesum bili fyri okkum.
Orsøkin til hetta gávumildni sigst verða, at el-bilar eru umhvørvisvinarligir, og tí ynskir politiski mynduleikin at vit borgarar vraka bensin- og dieselriknar bilar. Hetta fyri at vit skulu gerast grønari, ella í øllum førum lætta okkum um samvitskuna.
Konsensus tykist verða í allari politisku skipanini um at hetta er rætti vegurin, men grundar ein nóg leingi um hetta evnið, koma fleiri spurningar enn svar undan kavi.
Í nógv harrans ár hava vit tosað um elektrificeringina ið stendur fyri framman, vit vilja leggja um frá olju til el. Tí at el er jú umhvørvisvinarligt. Tí eggja vit fólki til, við pengum frá fólkinum sjálvum, at keypa elriknar brúkslutir. Men er el nú veruliga umhvørvisvinarligt?
Í 2015 varð 60% av el-framleiðsluni grøn og 40% við tungolju. Í 2019 varð 40% av framleiðsluni grøn og 60% við tungolju. Í 2015 brúkti SEV uml 25000 tons av tungolju, í 2019 uml 50000 tons, og hetta varð tíðarskeiðið tá ???tey grønu??? sótu í landsstýrinum, sum vit nú dagliga síggja leggja samgonguni lag á umhvørvispolitikk.
Vit royna hvønn tíma í árinum at framleiða 100% grøna orku, men hetta eydnast bara nakrar fáar tímar av árinum. Tí er støðan tann, at allur øktur eftirspurningur eftir el hevur við sær, at teir inni á Sundi mugu seta enn meiri ferð á tungolju motorarnar.
Við at eggja fólki til at keypa elbil, eggjar samfelagið fólki til at brenna tungolju í staðin fyri bensin og diesel. Ivasamt er um hetta er umhvørvisvinarligt, tungolja dálkar nógv verri enn diesel og bensin, men elbilar sigast umseta orkuna betri enn diesel- og bensinbilar. Siga vit at tað er status quo, hvørki umhvørvisvinarligt ella - fíggindaligt, so friður verið við tí.
Men hví so stuðla innflutningi av elbilum?
Elbilarnir sum koma til Føroya í hesum døgum eru allir í dýrara endanum. Teir hava sera nógva útgerð, og tí eru teir allarflestu í 350.000+ klassanum, t.v.s at allir hesir raka loftið sum eitur 70.000 kr í afturbering av mvg úr landskassanum.
Tað sigur seg sjálvt, at so dýrar bilar hava bara tey ráð til, sum tjena væl av pengum. Tí er hendan afturberingin av fólksins pengum, at bera pengar úr lummunum hjá teimum lágløntu yvir í lumman hjá teimum vælbjargaðu. Álíkavæl hálova sosialistarnir hesi skipan, skilji hvør ið skilja vil.
Hvørjaferð ein føroyingur keypir ein elbil framum ein diesel- ella bensinbil, missir landið uml 70.000 kr, sum kundi verið brúkt til okkurt annað. Mær er sagt at uml 250 elbilar eru komnir til landið higartil, ella uml 17 mió kr farnar úr landskassanum.
Sølan av elbilum tekur dik á seg í hesum døgum, og siga vit at 2000 elbilar koma til landið komandi 5 árini kostar hetta skattgjaldaranum 140 mió kr. Vindmyllulundin í Húshaga kostaði uml 100 mió kr, og framleiðir uml 35 GWH, ella 10% av framleiðsluni í Føroyum.
Tí fari eg at seta spurnartekin við, um tað ikki varð betri at hesar 140 mió kr komandi 5 árini vóru brúktar at fremja grønu framleiðsluna heldur enn nýtsluna? Ella kanska kundu vit brúkt 80% av teimum 140 mió kr uppá hetta, og 20% uppá at útbúgva børnini í Kongo sum í dag grava knúgvarnar til blóðs í cobolt-minunum, fyri at ríkir føroyingar kunnu koyra í elbilum við ???reinari??? samvitsku.
Afturat hesum kemur spurningurin um trygd og tilbúgving í samband við elbilar.
Neyvan fer nøkur tilbúgvingareind í Føroyum inn at bjarga einum menniskjalívi úr einum brennandi elbili. Í staðin hava tilbúgvingarnar útvega sær eitt serligt teppi at køva møguligan eld í slíkum akførum við. Men tað køvur samstundis alt annað lív í bilinum. Eitt slíkt teppi kostar uml 10.000 kr at útvega.
Strandferðslan hevur eisini sínar avmarkingar til flutning av elbilum. Tað sleppa ikki fleiri elbilar við ferjunum enn teppir eru umborð til at køva eld við. Smyril hevur 3 teppi og Teistin 1 teppi.
Alt hetta er ein spurningur um hvussu skattgjaldarans peningur verður brúktur.
Eftir míni sannføring brúka vit í dag peningin skeivt. Vit eiga at brúka hvørt oyra uppá at fremja grøna framleiðslu av el, og onki oyra uppá at fremja meiri el-nýtslu, tí nærum allur vøkstur í nýtsluni verður framleiddur við tungolju.

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder