Vit vóru mong, ið fegnaðust, tá ið Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Felagið føroyskir peningastovnar tann 25. mars í ár, sendu felags fráboðan út um, at nú varð kravið um at brúka NemID slept, og at farast skuldi undir at gera føroyskar loysnir.
Hartil skuldi ein óheft kanning gerast um fortreytirnar fyri at taka KT-skipanirnar hjá peningastovnunum heimaftur.
Tí undrar tað ikki sørt, at enn verða fólk sum tað fyrsta biðin um at góðkenna NemID, tá ið tey fara inn á netbankan.
Og peningastovnarnir hava nú eisini boðað frá, at føroyskir kundar ikki kunnu brúka ta føroysku skipanini Mínboks til at fáa kontuyvirlit, skjøl og annað frá peningastovnunum.
Hetta tykist vera í beinleiðis andsøgn við fráboðanina fyri mánaða síðani.
Tí er hjálagdi §52-a fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
§52a-fyrispurningur
til
Jørgen Niclasen, landsstýrismann í
fíggjarmálum
um avtalu við Felagið føroyskir peningastovnar
um KT-skipanir, NemID, Mínboks o.a.
1. Hvat er ítøkiliga hent síðani
fráboðaðu avtaluna við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir í
Føroyum frameftir og talgilda undirskrift, og hvussu verður avtalan útint í
verki?
2. Hvat er avtalan viðvíkjandi NemID, ið
fólk enn verða beinleiðis biðin at tekna seg til á netbankanum ??? og hvussu nógv
hava skrásett seg í NemID ávikavist fyri og eftir fráboðanina?
3. Hví velja peningastovnarnir nú at
vraka ta føroysku skipanina Mínboks til talgilt samskifti við føroyskar brúkarar?
4. Hvussu samsvarar hendan avgerðin við
fráboðanina um, at ???Felagið
Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda
Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og
tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur
og framleidni.???
5. Hvussu skapar avgerðin hjá
peningastovnunum um framvegis at biðja fólk brúka NemID og at taka burtur
møguleikan at brúka føroysku skipanina Mínboks ???kappingarføri, vøkstur og
framleidni??? fyri føroyska samfelagið?
6. Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri P/F
Elektron og fyri møguleikarnar at menna føroyskar KT-loysnir til talgilt
samskifti hjá føroyskum brúkarum frameftir?
7. Hvat ger landsstýrið ítøkiliga til
tess at tryggja, at føroyskar KT-skipanir kunnu mennast í Føroyum, og at
gjørligt verður at taka tær skipanir heimaftur, sum eru fluttar av landinum?
8. Hvørji eru sett at gera ta óheftu
kanningina, ið nevnd verður í fráboðanini, har lýsast skulu viðurskifti í
sambandi við møguliga heimtøku av KT-skipanunum
- og hvør setur og velur fólk til kanningina?
Viðmerkingar
Eftir nógva almenna og politiska viðgerð og
eitt fólksligt trýst, sendu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum,
landsstýrismaðurin í vinnumálum og formaðurin í Felagnum føroyskir peningastovnar
hesa felags fráboðan út 25. mars 2015:
???Felags fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Felagnum
Føroyskir Peningastovnar
Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av
málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum. Hendan fráboðan skal
síggjast í ljósinum av hesum.
1.
Ein óheft kanning verður sett í verk at
lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum
hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum.
2.
Innritan til netbankan verður óbroytt.
Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at
brúka netbankan sum áður. Tey sum ynskja tað, kunnu sjálvboðin velja NemId
ístaðin fyri verandi innritan. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska
talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda
Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild
undirskrift væntast liðug um 2 ár.
3.
Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá
landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at
nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at
skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.???
Nú ein knappur mánaður er liðin síðani fráboðanin
varð send út, verða føroyskir brúkarar framvegis bidnir um at skráseta seg í
NemID skipanina, tá ið teir skulu rita inn í netbankan.
Og nú hava peningastovnarnir eisini boðað
alment frá, at teir vilja ikki brúka ta føroysku skipanina Mínboks til at
samskifta við sínar kundar um skjøl, kontuyvirlit, brøv o.a.
Hetta tykist at vera í beinleiðis andsøgn
við fráboðanina frá landsstýrinum og peningastovnunum.
Tí verður spurt, hvat ítøkiliga innihaldið
í fráboðaðu avtaluni er,og hvussu landsstýrið tryggjar sær, at avtalan verður
útint í verki.
Eisini verður spurt, hvørji eru sett at
gera ta óheftu kanningina um at fáa KT-skipanirnar tiknar heim aftur til Føroya,
og hvussu tey verða vald.
Á løgtingi, 21. apríl 2015
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald