Politikkur

Hvat ger landsstýrið við bankarnar og NemID

....

2015-03-03 03:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hvat ger landsstýrið við bankarnar og kravið um at vit skulu brúka NemID til okkara egnu peningakontur?


Høgni Hoydal, løgtingsmaður 

§52a-fyrispurningur

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

um NemID, peningastovnarnar, p-tal og føroyskar KT-loysnir

1.       Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroyska borgaran av, at peningastovnarnir krevja, at øll í Føroyum skulu knýtast í ta donsku NemID-skipanina, til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og til netbanka?

 

2.       Hvørjar avleiðingar fær hendan ætlanin fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnar at menna føroyskar loysnir og føroyskar førleikar (T.e. hvat kostar hetta í útreiðslum og mistum inntøkum, ið fara av landinum, og hvat kostar hetta í mistum arbeiðsplássum og vinnumøguleikum)?

 

3.       Hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, sum føroyskir brúkarar gjalda, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir uttanlands.

 

4.       Skulu føroyingar eftir ætlanini hjá peningastovnunum lata sítt p-tal til NemID og/ella skulu føroyingar hava eitt danskt cpr-nummar til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og netbanka?

 

5.       Hvørja heimild hava peningastovnarnir til at krevja fólk í Føroyum at brúka hesa skipan?

 

6.       Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, at teirra upplýsingar eru tryggir og kunnu ikki misnýtast í hesi skipan ??? m.a. vísandi til dømini um vantandi trygd og atgongd hjá teldusníkum, sum alment hava verið ávíst?

 

7.       Nær er landsstýrismaðurin kunnaður um hesa ætlan  hjá peningastovnunum og hevur hann góðkent hana?  

 

8.       ??tlar landsstýrið at føroyingar frameftir skulu nýta ta donsku NemID-skipanina í sínum talgilda samskifti við almennar myndugleikar?

 

9.       Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt til tess at gera eina føroyska loysn fyri KT-skipanir og talgildari undirskrift, sum bæði peningastovnarnir og tað almenna kunnu brúka?

 

10.   ??tlar landsstýrismaðurin hesa ferð at mæla tinginum til at samtykkja lógaruppskotið hjá Tjóðveldi, ið nú á sætta sinni síðani 2004 er lagt fyri tingið, sum kann tryggja føroyskar KT-loysnir ??? ella sjálvur at gera eitt líknandi uppskot ?

 

Viðmerkingar

Enn eitt stig er nú tikið frá peningastovnunum til at flyta allar elektroniskar skipanir hjá føroyskum borgarum av landinum.

Nú er fráboðað, at allir føroyingar noyðast at knýta seg í ta donsku NemID-skipanina til tess at fáa atgongd til sínar egnu peningakontur umvegis netbanka og aðrar skipanir.

 

Føroyingar nóyðast antin at geva sítt p-tal til hesa skipan ella kanska at fáa eitt danskt cpr-nummar.

Fyri tann einstaka, er onki val: Fyri tey yvirskot, ið føroyski brúkarin skapar bankunum, verður hann noyddur at brúka skipanir, ið vit onki ræði hava á í Føroyum og sum hava víst seg at hava stórar trygdartrupulleikar. Og skipanir, ið flyta pening, arbeiðspláss, førleikar  og vinnumøguleikar av landinum.

Føroyar vóru ein fyrimynd fyri onnur í at byggja góðar og tryggar skipanir upp í samstarvi millum tað almenna og peningastovnarnar gjøgnum P/F Elektron. Og KT-felagið vísir á, at vit hava allar  førleikar og møguleikar at byggja føroyskar loysnir í Føroyum.

Í framtíðini fer samskiftið hjá okkum øllum við almennar myndugleikar og privatar fyritøkur at fara fram elektronisk umvegis alnetið. Vit hava tí einastandandi møguleikar at byggja upp føroyskar loysnir, ið eru tryggar og einfaldar fyri hvønn einstakan, og sum kunnu kappast við aðrar skipanir útio í heimi.

Kortini letur landsstýrið hetta fara fram.

5 ferðir síðani 2004 ??? og langt áðrenn bankarnir fóru undir at flyta allar skipanir av landinum, hevur Tjóðveldi lagt lógaruuppskot á ting, ið kundi tryggja at vit byggja føroyskar loysnir á KT-økinum.

Nú verður uppskotið aftur lagt fyri tingið ??? og vónin er, at landsstýrið nú ikki gongur ímóti tí, men antin kann mæla tinginum til at fremja tað ella at leggja sítt egna uppskot fram. 

Á løgtingi, 2. mars  2014

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder