2015-10-10 02:58
Um dagarnar frættist frá nýggja landsstýrismanninum í Samferðslumálum, at hann ætlar at útseta ætlanina at byggja nýggja Nólsoyarferju.
Føroyar eru oyggjaland, og inntil allar oyggjar okkara eru samanknýttar av tunlum ella brúm, er alt lív og øll menning á oyggjum okkara treytað av góðum ferjusambandi við meginlandið.
Tað var útskeldaða undanfarna samgonga sum slóðaði fyri, at verklagslógin um nýggja Nólsoyarferju varð samtykt, og skjøtul varð settur á arbeiðið at projektera skipið. Nú, brátt ein mánaða eftir stjórnarskiftið hevur javnaðarflokkurin, sum trýfaldaði sítt atkvøðutal til valið í Nólsoy, megnað at svavt verkætlanina ið arbeitt hevur verið við í trý ár, væl stuðlaðir av Tjóðveldinum sum eisini vunnu álit frá nólsoyingum til valið.
Sjálvt borgarstjórin í Havn er kúrrur, nú partar av hansara egnu borgarum fáa knívin frá egnum flokki.
??heppið er tað, at hvørjaferð broytingar eru fyri á Nólsoyarleiðini, verður Sandoyarleiðin miðpunkt í hesum broytingum, og hesuferð varð onki undantak. Nú skulu nólsoyingar smyrja seg við at bíða til Sandoyartunnilin er vorðin veruleiki. Hví so skuldi verða, vóru ongar grundgevingar fyri.
Ein freistast at hugsa, at Henrik Old ætlar sær at brúka Teistan til Nólsoyarleiðina eftir 2021, tá Sandoyartunnilin er tikin í brúk. Tá er Teistin vorðin yvir 20 ár; eitt skip, sum hevur verið ótrúliga hart koyrt, og sum heild ikki hevur verið nøkur sólskinssøga mekaniskt. Um Henrik Old ætlar hetta, so haldi eg at tað hevði verið uppá sítt pláss at hann segði nólsoyingum ætlanir sínar. Eitt er givið; Teistin verður munandi dýrari at hava siglandi um Nólsoyarfjørð, enn ein ferja ið er gjørd til endamálið.
Undir viðgerðini í 2012 varð Henrik Old av fremstu talsmonnum fyri at byggja nýggja Nólsoyarferju. Ikki nóg mikið við tí, ferjan skuldi byggjast í Føroyum, og um tað stóðst ein meirkostnaður uppá nakrar milliónir av hesi orsøk, so var hetta gamaní álíkavæl, tað skuldi ikki forða verkætlanini, alt fyri at stimbra og menna føroyskt skipasmíð.
Well, Henrik Old, nú hevur tú avgerðina sjálvur. Antin kann tú halda orð og royna at fáa hesa verkætlan til veruleika, ella kann tú bróta niður álitið ið nólsoyingar hava havt á politisku skipanina. Helst er hetta munurin millum at verða í stjórn og í andstøðu, í andstøðu kann mann taka undir við øllum tí populera, sjálvt um man ikki meinar tað.
Um nakar hevur kent sviðan av brotnum politiskum lyftum, so eru tað sandoyingar. Tí kenna vit á Sandoynni meinið dygt, ið verður veitt nólsoyingum um dagarnar.
Í hesum máli er bara eitt at gera: Halda givin lyfti.
Brandur Sandoy, Sandur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald