Politikkur

Hvar skal heilsurøktarin búgva

...

2021-11-22 09:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvar skal heilsurøktarin búgva?

Hvar skulu tey, ið eru um okkum tá vit eru børn, gomul ella sjúk búgva? Ein sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari hava ongan livandi kjans í verandi húsamarknaði í Tórshavnar kommunu.

Taka vit eitt dømi: Sára og Jógvan eru hjún. Jógvan er heilsurøktari og forvinnur 20.000 krónur um mánaðin. Skulu tey bæði hava nakran livandi kjans at keypa hús í Havn, skal Sára forvinna 60.000 krónur um mánaðin(!). Hetta er langt omanfyri miðallønina í Føroyum.

So kann mann lættiliga siga, at tey bara kunnu búgva seg aðrastaðni. Siga vit, at tey bæði flyta út á bygd. Hetta ger tað longri hjá teimum báðum at ferðast til og frá arbeiði. Jógvan kann tískil velja at fáa sær eitt arbeiði í bygdini, tí tað er tørvur á heilsurøktarum allastaðni. Hvør skal so taka sær av teimum gomlu í Havn?

Tað má bera til at liva og virka í øllum Føroyum. Størru býirnir eru ikki bert fyri tey fáu. Vit mugu hava eina fjølbroytta kommunu fyri øll, har mann óansæð fíggjarliga orku kann búgva og liva.

Tað er gleðiligt, at fleiri bústaðarverkætlanir eru í gongd í Tórshavnar kommunu, men allar eru privatar. Alt gott um tað, men bústaðarneyðin kann ikki bara verða løgd út til tað privata at loysa, tí við verandi marknaðarprísum er ongin kjansur hjá teimum allarflestu at búgva í Havn.

Eg haldi, at vit eiga at byggja íbúðir og lutaíbúðir saman við Bústøðum og øðrum. Kommunan hevur eisini heimild at byggja eldraíbúðir, sum vit eisini áttu at gjørt. So kundu fleiri av teimum eldru, sum búgva í stórum húsum, valt eina íbúð ístaðin, um tey ynskja tað. Eg hopi veruliga, at vit koma at síggja slíkar verkætlanir ??? umframt tær privatu, og at hetta kemur at síggjast aftur í fíggjarætlanunum.

???Tað hevur ongantíð verið so átrokandi at byggja sosialt og alment sum nú,??? skrivaði Javnaðarflokkurin í síni valskrá til býráðsvalið. Men hetta er ikki til at síggja aftur ??? í øllum førum enn. Eg fari at enda við enn einum sitati úr valskránni, sum akkurát tað sama kundi verið sagt í dag:

???Heldur verandi atgerðarloysi fram, verða kommunan og høvuðsstaðurin bara fyri tey fáu.???

Elsa Berg, býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder